Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á URD í Hoyvík
28-03-2022
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD í Hoyvík er tann fyrsti av sínum slag í landinum, og hann skal hjálpa fólki at vera heima sum longst. Eingin býr fast her

Tey, sum vit hitta á URD, siga øll, at tey trívast væl á hesum nýggja deplinum í Hoyvíkshaganum. Tey flestu eru komin higar, tí tey skulu venja og koma fyri seg aftur, so tey klára seg heima. Endamálið við stovninum er at hjálpa fólki at klára seg heima sum longst. Hvønn dag eru øll sum orka ein gongutúr. Tá tað viðrar, ganga tey runt húsið og um veðrið ikki er til vildar, ganga tey inni. Gongin er skapað sum eitt 8-tal, og tí er hon væl egnað til hesa gongd.

 

Umframt tíðina saman við fyrisoterapeuti ella ergoterapeuti, kunnu brúkararnir her á URD venja tá tey sjálvi hava hug í framkomna venjingarhølinum. Annars er URD bæði til rehabilitering, umlætting og til palliativa umsorgan. Vanliga eru fólk á URD upp í seks vikur.

 

Á hesum túri hitta vit bæði brúkarar og starvsfólk. Tey, sum vit tosa við, eru: Hannemi á Brúgv, leiðari á URD, Jon Mortensen, brúkari, Sámal Clementsen, brúkari, Michaela Sørensen, brúkari, Reidunn Rasmussen, fysioterapeutur, Miriam Solmunde, køksleiðari, Sonja Hansen, brúkari, Berent Johannesen, brúkari, Rakul Olsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Anna Kristina Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, Dea Lamhauge, brúkari, Hanna Andriasdóttir Olsen, sjúkrafrøðilesandi, Hjartvard Skálagarð, brúkari, Marjun Ziska, ergoterapeutur, og Tønnis Wardum, brúkari.

 

 

 

 

 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023