Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í fótasporum James Bond á Trøllanesi
04-04-2022
Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, fekk spennandi uppgávu tá stórt filmslið tók upp til nýggja James Bond-filmin. Nú stendur gravsteinur yvir James Bond á Kallinum

Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, hevur nógv jørn í eldinum. Í fjør festi hann tveir garðar á Trøllanesi, bæði ættargarðin Innistovu og festið í Útistovu, og hann ger nógv burtur úr seyðinum. Hann hevur nú 330 áseyðir, og alt verður fóðrað hesa tíðina av árinum, nú lembingin stendur fyri durum.

 

Samstundis hevur ungi bóndin stórar ætlanir í sambandi við ferðavinnuna. Sum kunnugt varð ein partur av nýggja James Bond-filminum tikin upp úti á Kallinum, har Jóhannus hevði leiklutin sum samskipari fyri øllum tí praktiska í sambandi við upptøkurnar. Nú er eisini ein gravsteinur yvir James Bond reistur á Kallinum, og hann hevur fingið nógva umtalu víða um. Nú fyrireikar bóndin seg til stóra innrás í summar, og ætlanin er at skipa fyri serligum James Bond-túrum. Ein nýggj gøta skal eisini gerast av Trøllanesi og út á Kallin, og fyri útlendingar og vinnurekandi fer tað at kosta at fara út á Kallin.

 

Unga bóndakonan Eva Fimmbogadóttir Kallsgarð hevur hvørki fingist við seyðahald ella ferðavinnu, men hon sigur, at hon er farin inn í uppgávuna við opnum sinni. M.a. stóð hon fyri øllum tí húsliga, tá flettingin var í heyst. Men hon sigur, at hon fekk nógva og góða hjálp, serliga frá familju. Um stutta tíð ætla ungu bóndahjúnini at fara at gera matpakkar til ferðafólk.

 

Hjúnini Maud og Bárður Østerø í Útistovu. Bárður Østerø í Útistovu hevur verið bóndi í mong ár og hevur havt bæði neyt og seyð. Men nú hevur hann latið festið frá sær til Jóhannus Kallsgarð. Eftir at sonurin, Páll, datt oman og doyði tá teir vóru á fjalli vestanfyri 2018, hevur Bárður mist hugin. Hann hevur eisini selt mjólkakvotuna, so nú koyrir hann buss fyri Bygdaleiðir í Kalsoynni. Konan, Maud Østerø, arbeiðir í Bónus í Klaksvík, og harafturat hevur hon kioskina á Trøllanesi, Hon sigur, at útlendingar eru serliga glaðir fyri lokala vøru, og hon ger sjálv ymist, m.a. pylsur og rabarbusyltitøj.

 

Ómetaliga nógv er broytt síðani gamla bóndakonan, Gertrud Joensen, kom av Syðradali norður til Trøllanesar. Hon heldur, at SEV hevur verið størsta broytingin. Tunnilin hevur sjálvsagt eisini broytt nógv, men Gertrud fírdi ikki fyri at ganga heilt til Syðradals.

 

Høgni Reistrup, sum hevur felagið "Guide to Faroe Islands", hevur saman við Jóhannusi Kallsgarð bónda tikið stig til at reisa gravsteinin yvir James Bond. Høgni ivast ikki í, at gravsteinurin fer at draga upp aftur fleiri fólk hendavegin, serliga Bond-fjepparar og teir eru nógvir. Hetta er einasta stað í heiminum, at James Bond er deyður í filmi.

 

Jógvan Thomsen, havnarmaður sum býr í Kirkjubø, er bæði James Bond-fjeppari og ferðasmiður. Hann sigur, at eftir nýggja filmin og nú gravsteinurin á Kallinum eisini er reistur, koma nógvir fyrispurningar alla staðni úr heiminum. Hann væntar, at tað koma fleiri túsund fólk til Føroya um árið fyri at sleppa út á Kallin, tí James Bond var har og doyði har.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023