Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Bornholm (1:2)
17-10-2022
Bornholm verður ofta rópt klettaoyggin ella sólskinsoyggin, tí veðurlagið er gott. Og føroyingarnir, sum vit hitta, trívast eisini væl her. Stórur munur er á sumri og vetri
Nakrar føroyskar konur eru í dag samlaðar í bindiklubbi í Aakirkeby. Fyri fimm árum síðani fluttu hjúnini Hensia Einarson og Finn Jespersen úr Havn og higar, og tað eru hinar konurnar fegnar um, tí Hensia hevur tikið stig til at samla tær í bindiklubb. -Endamálið er at koma saman og at hugna okkum og so plaga vit at eta føroyskan mat saman, sigur Hensia, sum leggur dent á, at menninir eru eisini vælkomnir. Elin Sørensen úr Havn og Heidi Johannesen úr Miðvági fegnast um at Hensia er komin til Bornholm, tí hon er so røsk at at skipa fyri. Eftir at eldsálirnar í Føroyingafelagnum á Bornholm fullu frá, hevur verið longur ímillum føroyingarnar í oynni í Eystrasalti.
 
Finn Jespersen vaks upp í  Aakirkeby til hann var 14 ára gamal og hann harmast um, at tey ungu á Bornholm ikki vilja tosa bornholmsku dialektina. -Tey vilja ikki tosa dialektina, tí tað verður flent eftir teimum tá tey koma til Keypmannahavnar, sigur Finn. Hann sigur, at í summum førum líkjast føroyskt og bornholmskt. Eitt nú brekka, ketta, at práta og at gera í báðum málunum.
 
Í hjartanum í Nexø, beint omanfyri havnarlagið, býr Marita Nielsen úr Havn. Hon og maðurin fluttu higar úr Keypmannahavn eftir at dóttirin og børnini vóru flutt higar. Marita sigur, at á Bornholm er so trygt og friðaligt, og á øllum Bornholm hendir minni enn í Havn. -Her er tað sum at ganga á Vaglinum. Man kennir fólk og heilsar, sigur Marita, sum kortini undrast á, at bornholmarar ikki hava sama vana sum vit at støkka inn á góvið hjá hvørjum øðrum til ein kaffimunn. -Veðrið er altíð gott á Bornholm og hvønn dag er tað sum at hava feriu, sigur Marita. -Her er so friðaligt at tað hendir nógv meira í Havn enn á øllum Bornholm, sigur Marita.
 
Á einum húsum beint uttanfyri Aakirkeby sæst, at har býr onkur sum hevur okkurt við Føroyar at gera. Har býr nevniliga bornholmarin Niels Kofod, sum í mong ár var flogskipari í NATO og hevði arbeiðsstað á Sornfelli, umframt at hann í frítíðini koyrdi taxabil í Havn. Nú býr hann einsamallur í barnaheiminum, sum er prýtt við nógvum motivum úr Føroyum, bæði uttan og innan. Niels sigur at hann hevur nógv góð minnir úr Føroyum, og hann hevur givið út bók í tveimum bindum frá tíðini sum taxaførari í Havn. Heitið er "Taxamissioner i Torshavn anno 1975-94".
 
Eyðfríð Poulsdóttir Hansen úr Skopun kom til Bornholm í 1991. Frammanundan vóru foreldrini og onnur í familjuni flutt higar, tí pápin fiskaði í Eystursjónum. Hon hevur verið virkin í fakfelagrørsluni og er í fakfelagsleiðslu á Bornholm. Eyðfríð sigur, at tað gongur striltið at fáa ungfólk at koma í fakfeløg. Tey ungu síggja ikki fyrimunirnar fyrr enn tey koma í trupulleikar í arbeiðnum. Í frítíðini spælir hon golf og er eisini golfdómari.
 
Hesa tíðina av árinum er ikki tann stóra ferðslan á vegunum á Bornholm. Øðrvísi er á hásumri, tá 20.000 ferðafólk koma og fara um dagin. Tað sæst sanniliga aftur á vegunum, sigur Finn Jespersen. Ferðafólkini eru serliga har norðuri í oynni og har er mangan trongligt. Finn sigur, at m.a. koma flestu 7. flokkar í Danmark til Bornholm á skúlaútferð tá skúlaárið er byrjað. 
 
Hjúnini Tina og John Pauli Jarnskor, sum eru av Skála og av Strondum, høvdu júst bygt nýggj hús Innan Glyvur, tá John Pauli í 1994 fór til Bornholm at ganga á skiparaskúla. Ætlanin var at familjan skuldi bara verða her í eitt ár og so fara heimaftur. -Men vit funnu ongantíð vegin heimaftur, sigur John Pauli. Øll familjan trívist sera væl og síðani eru bæði foreldur og systkin hjá Tinu flutt til Bornholm og tey trívast væl her. Eftir skiparaskúlan sigldi John Pauli stutt. Í mong ár hevur hann arbeitt á sláturvirkinum hjá Danish Crown í Rønne, har tey drepa og virka grísar. 

 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023