Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Bornholm (2:2)
24-10-2022
Føroyingar trívast væl á Bornholm, hóast nógv fleiri føroyingar hava búð her, serliga tá nógvur fiskiskapur var í Eystursjónum

Hjúnini Hensia Einarson og Finn Jespersen, sum hava búð í Havn í mong ár, keyptu hús í Aakirkeby á Bornholm, har tey nú hava búð í fimm ár. Hensia er blivin pensiónistur og hon sigur, at Aakirkeby er væl egnaður býur at blíva gamal í. Finn, sum vaks upp í Aakirkeby, arbeiðir á havnarlagnum í Rønne, har hann koyrir traylarar í sambandi við farmaflutningin til og úr oynni. Føroyingar á Bornholm savnast javnan heima hjá Hensiu og Finn og ofta eta tey føroyskan mat.

 

Finn Jespersen greiðir frá, at í mong ár vóru jarnbreytir á Bornholm og tok bundu býirnar í oynni saman. Í dag eru súkklubreytir nógva staðni har jarnbreytin var, men flestu tokstøðirnar eru kortini varðveittar.

 

Fólkatalið á Bornholm er støðugt minkað og í dag búgva sløk 40.000 fólk í oynni. Borgarstjórin, Jacob Trøst, sigur, at visiónin er at fólkatalið í framtíðini skal verða í minsta lagi 42.000. Hóast nógv umtalaðu spreingingina í sambandi við Nord Stream-kaðalin herfyri, óttast borgarstjórin ikki, hóast kaðalin er tætt við oynna.-Vit eru limir í NATO og eg havi fult álit á at verjusamgongan verjir okkum, sigur borgarstjórin.

 

Á havnarlagnum í Nexø hitta vit skálvíkingin Ragnar Jacobsen. Hann kom til Bornholm í 1983 og tá var sera stórt fiskavirksemi á havnarlagnum í Nexø. Nógv skip og nógv arbeiði uppi á landi. Nú eru bara stuttleikabátar her og eingin fiskur er í Eystursjónum longur, og í gomlu fiskavirkjunum eru nú handlar og matstovur.

 

Froðbingurin Marlo Prasad flutti til Bornholm av Sælandi í fjør og nú búgva tey í lítla býnum Tejn. Hann sigur, at hann hevur longst illa heim til Føroya, men tað riggaði ikki í sambandi við familjuna at flyta heimaftur. Men Bornholm er eitt gott alternativ, sigur Marlo. Hann býr tætt við sjógvin og hann kann fylgja við stóru fiskikappingini, sum einaferð um árið er í Tejn, tá nógvir hundrað bátar ymsa staðni úr heiminum koma higar at kappast.

 

Heidi Johannesen úr Miðvági hevur búð størra partin av lívinum á Bornholm. Hon kom higar saman við manninum Jógvan Suna, sum fiskaði í Eystursjónum. Í dag arbeiðir Heidi við truplum børnum í kommununi. -Eg trívist sera væl her. Men eitt keðiligt er at alt steingir um veturin, tá ferðafólkini ikki eru í oynni. Mær dámar sera væl at koma saman við øðrum føroyingum, at tosa føroyskt og eta føroyskan mat.. Hensia er ófør at samla okkum, sigur Heidi Johannesen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023