- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Tað er upp aftur meira spennandi at ganga ein túr í Hvannhaga í Suðuroynni, eftir at menn úr Himalayafjøllunum hava gjørt eina vakra sherpatrappu úr gróti niður í Hvannhaga. Hon er náttúrlig í vakra umhvørvinum í Hvannhaga.
Saman við okkum í Hvannhaga eru feðgarnir Eyðun og Magni Petersen og teir eru væl nøgdir við gróttrappuna. Magni hevur frá óvitaárum havt stóran áhuga fyri seyðahaldinum og øllum í Hvannhaga, og tað hevur sonurin Eyðun eisini. Bæði Eyðun og Magni hava á hvørjum ári veðr gangandi í fitilendi her.
Fróðarmaðurin Jákup Jensen, sum hevur átt í Hvannhaga, veit at siga frá nógvum søgum hiðani og hann hevur mangan verið her við fólki og greitt frá. Jákup greiðir m.a. frá, at trongisvágsingar fyrr í tíðini høvdu bátar og neyst her, tí mangan var høgligari at fara út hiðani enn úr Trongisvági.
Lasse Jensen, tekniskur málsviðgeri í Tvøroyrar Kommunu, kom við hugskotinum um sherpa-trappu í Hvannhaga og hevur samskipað verkætlanina. Lasse er ógviliga hugtikin av dugnaskapinum og úrslitinum hjá monnunum úr Nepal. Steinarnir viga upp í eini 800 kilo, so tað skal serligt hegni og teknikkur til at fáa teir at liggja væl við handamegi.
Teir, sum eru við í sendingini, eru sum sagt: Magni Petersen, Jákup Jensen, Lasse Jensen og Eyðun Petersen.