Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Hvannasundi
15-12-2014
Vit vitja í Hvannasundi, ið er tann einasta av teimum fimm bygdunum í Hvannasunds Kommunu, sum er í Viðoynni

Hvannasund er kend fyri at hava nógvar fiskimenn og útróðrarmenn, men nú er nærum eingin útróður eftir.

Ein av teimum fáu, sum framvegis rógva út úr Hvannasundi, er Gundur Sørensen. Hann siglir yviri í Noregi og rør út, tá hann er heima. Hann og konan hava júst keypt hús í Hvannasundi.

Absalon í Buð, vanliga nevndur Pimmi, er fróðarmaður og hann greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Hvannasundi.

88 ára gamla Ruth Sørensen hevur síðani fyrst í fimtiárunum givið æðunum hvønn tann einasta dag. Hon býr beint við sjógvin og æðurnar koma hvønn dag til húsini. Sonurin Marius , ið siglir við Sam, kemur dagliga norður við fóðuri at geva æðunum.

Ungu hjúnini Signa og Alvin Andersen halda, at Hvannasund er eitt satt paradís. Tey harmast um, at bygdin kom í ringt orð, bara tí at foreldur bóðu um hjálp. Hvannasund er avgjørt ikki øðrvísi enn aðrar bygdir, siga tey bæði.

Livar Nysted eigur fleiri heimsmet sum havrógvari. Hann er hvannasundsmaður um ein háls, og ein part av tíðini brúkar hann at røkja sessin í bygdaráðnum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tey, sum ganga til máling og list í Tofta Kvøldskúla, eru hugagóð og fáa nógv burtur úr. Á hesum hesum øðrvísi túri greiða næmingar og lærarin frá
30-05-2022
Gripsvegurin er ein spennandi gøta, sum gongur úr miðbýnum í Havn, úr TInghúsvegnum og niðan í Hoyvíksvegin. Tann niðari parturin er smalur við gomlum húsum
23-05-2022
Norðskála er gomul bygd, sum helst hevur røtur aftur í miðøldina. Kortini er hon minsta markatalsbygd í landinum, bara fýra merkur. Tí fór bygdin seint at vaksa
16-05-2022
Norðskála er gomul bygd, sum helst hevur røtur aftur í miðøldina. Kortini er hon minsta markatalsbygd í landinum, bara fýra merkur. Tì fór bygdin seint at vaksa
09-05-2022
Í skúlaárinum ferðast næmingarnir á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri til allar 18 oyggjarnar í landinum og læra tær at kenna. Tey læra okkara mál og mentan og at taka ábyrgd
02-05-2022
Fyri fáum árum síðani vóru mjólkarfjós á nærum hvørjum horni. Nú eru 16 fjós, sum hava nógv meira mjólk. Í dag eru vit við mjólkarbilinum út til bóndurnar eftir mjólkini
25-04-2022
Hildið verður, at Torfinsgøta í vesturbýnum í Havn hevur fingið navn eftir einum av teimum fyrstu norðbúgvunum, sum fóru til Grønlands. Vit hitta ymisk fólk í Torfinsgøtu
11-04-2022
Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, fekk spennandi uppgávu tá stórt filmslið tók upp til nýggja James Bond-filmin. Nú stendur gravsteinur yvir James Bond á Kallinum
04-04-2022
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD í Hoyvík er tann fyrsti av sínum slag í landinum, og hann skal hjálpa fólki at vera heima sum longst. Eingin býr fast her
28-03-2022
Bygdin Skarð, sum varð avtoftað fyri meira enn hundrað árum síðani, hevur serstaka søgu. Allir vaksnir menn í bygdini fórust við Skarðsbátinum og tað hevur merkt fólkið nógv
21-03-2022
Býlingurin á Hvítanesi á Tvøroyri hevur einki við bygdina Hvítanes at gera. Býlingurin hevur sína egnu søgu við gomlum arbeiðsplássi
14-03-2022
Tróndargøta er í hjartanum í høvuðsstaðnum. Serliga tann niðasti og elsti parturin er hugnaligur, tí har er eingin gjøgnumkoyring og fólk ganga mitt eftir gøtuni
07-03-2022