Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Miðnámi á Kambsdali
23-04-2018
Nógv spennandi hendir ein vanligan skúladag í Miðnámi á Kambsdali. Hetta er triðja skúlaárið síðani tveir skúlar blivu ein

Lurta eftir sendingini her

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tvey systkin og svigarinna eru tilsamans 301 ár og tveir grannar, sum konfirmeraðust saman, hava fylt 100 í ár
01-11-2021
Ein av spennandi føroyingunum í Suðurgrønlandi er 85 ára gamli viðingurin Mikkjal Sørensen, sum í 56 ár hevur búð einsamallur á einari oyggj. Vit hitta eisini fleiri onnur
25-10-2021
Viðurskiftini í Suðurgrønlandi eru ógviliga nógv broytt, tí her er eingin ísur longur. Føroyingarnir vit hitta í Qaqortoq og økinum uttan um trívast væl í Suðurgrønlandi
18-10-2021
Fyri føroyingar hevur Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn stóran týdning, tí tað er heimið hjá nógvum sum søkja sær heilsubót í danska høvuðsstaðnum
11-10-2021
Bygdin Skálatoftir í Borðoynni varð tríggjar ferðir avtoftað. Seinastu ferð fyri góðum 100 árum síðani. Í dag vitja vit á Skálatoftum saman vid eftirkomarum.
05-10-2021
Tá fyrstu húsini í nýggja býlinginum kom upp, varð hildið lítið um hesa útstykking. Í dag trívast tey væl her og býlingurin er serliga væl egnaður til børn
27-09-2021
Hvannasund man vera tann bygdin í Føroyum, har flestu havhestaungarnir koma uppá land og verða hagreiddir. Í Hvannasundi eru teir vísir í, at havhestastovnurin er nógv vaksin
20-09-2021
Nólsoyar viti varð automatiseraður fyri mongum árum síða. Men her hava familjur búð og børn eru æld upp og gingu í skúla. Tey vita nógv um lívið her
28-06-2021
Vit eru við tyrlu á Borðuni saman við fleiri fólkum, ið eru uppvaksin har. Húsini á Borðuni eru eitt serligt bygningsverk, heldur vitapassari
21-06-2021
Fyri 100 árum síðani tóku hugsjónarmenn í Vági stig til fyrsta elektrisitetsverkið í Føroyum, eitt vantorkuverk, í vakra plássinum í Botni
14-06-2021
Tey ungu við menningartarni, ið búgva í Búfelagsskapinum Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík, eru fegin um at hava fingið sína egnu íbúð og at hava eitt arbeiði at møta upp til
07-06-2021
Hvalba er størsta markatalsbygd í Føroyum, og í gomlum døgum var hon størsta bygd í landinum. Her er tvírøtt og tí var stutt at rógva út á fiskimiðini
31-05-2021