- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Borðan, har tann stóri Nólsoyarvitin er, kundi tann tíð tað var sammetast við eina lítla bygd. Tríggir mans passaðu vitan og har búðu eisini familjur teirra. Sostatt eru nógv børn uppvaksin og hava gingið í skúla á Borðuni.
Vit eru á Borðuni við tyrlu og við eru fýra fólk, sum eru uppvaksin her og hava nógv góð minnir higani. Tey eru systkini Hákun Thorkildshøj, Kitty Johansen og Katrin Thorkildshøj Danielsen, sum vóru triðja ættarlið á Borðuni.
Bæði abbin og síðani pápin vóru vitapassarar. Harafturat er Trúgvi Samuelsen, sum var seinasta skúlabarn á Borðuni, eisini við.
Hans Petur Kjærbo, sum er økisvitapassari og er regluliga á Borðuni, er sannførdur um, at vitin og húsini sum hoyra til vitan eru størsta bygningsverk í Føroyum. Alt er laðað vakurt úr stórum gróti, ið er komið úr jørðini omanfyri vitan.