Vikuskiftið

Árligi jólabasarurin í K.F.U.K. um vikuskiftið
15-11-2019
Tiltakið verður leygardagin klokkan 15 í K.F.U.K., har tað millum annað verður skipað fyri eydnuhjóli og kondittaríi

Árligi jólabasarurin hjá K.F.U.K. í Havn verður leygardagin klokkan 15. Á skránni verður skipað fyri eydnuhjóli, kondittaríi og hugna í gomlu húsunum við Varðagøtu. K.F.U.K. (Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur) í Føroyum varð stovnað í 1922, og kvinnurnar, sum stovnaðu felagið við Henriettu Hansen úr Vági á odda, keyptu húsið frá bretska konsulatinum í Føroyum. Tær fóru beinanvegin í holt við at skipa fyri basari - og sostatt, nú vit skriva 2019, er árligi basarurin hjá K.F.U.K. skjótt 100 ára gamal. Nicolina Højgaard er forkvinna í felagnum fyri K.F.U.K. Hon sigur, at húsið er stórt, og nógvir pengar skulu til fyri at fíggja rakstur og ábøtur. Hon greiðir frá, at fíggingin fæst til vega við at leiga út kømur á loftinum og tvær íbúðir í miðhæddini. - Basarurin er eitt týdningarmikið ískoyti, sigur Nicolina og vónar, at pengar verða tøkir til at gera umvælingar. Tað er soleiðis, at húsið er bygt í bretskum stíl fyrst í síðstu øld, men í 60?unum varð ein umfatandi umvæling framd - ikki til tað betra, heldur Nicolina. - Sum nú er, hava vit umvælt tvey rúm til upprunaligan stand, og vit vóna at fáa nóg mikið av fígging til restina av húsinum, greiðir hon frá. Umframt regluligt skótavirksemi eru nógv ymisk tiltøk í K.F.U.K. Kvinnur koma saman hvønn hósdag í vikuni til hugna og ?binditreff?, og mánadag verður skipað fyri seinnapartssamkomu. Eisini verða hølini leigað út til ymisk endamál. Vikuskiftissendingin var á gátt til kaffi og prát.

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.
Sending við vikuskiftistilfari
22-03-2024
Sending við vikuskiftistilfari
15-03-2024
Sending við vikuskiftistilfari
08-03-2024
Sending við vikuskiftistilfari
01-03-2024
Sending við vikuskiftistilfari
23-02-2024
Sending við vikuskiftistilfari
09-02-2024
Sending við vikuskiftistilfari
02-02-2024
Sending við vikuskiftistilfari
02-02-2024
Sending við vikuskiftistilfari
19-01-2024
Sending við vikuskiftistilfari
12-01-2024
Sending við vikuskiftistilfari
05-01-2024
Sending við vikuskiftistilfari
29-12-2023