- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið
Flytifólk vitja Vikuskiftissendingina
13-11-2020
Bólkurin hevur júst verið á ferð í Føroyumn við Listaleypinum
Tað, sum er felags fyri limirnar í Flytifólkum, er, at øll eru tilflytarar í Føroyum. Daniel Rye Er úr Onglandi og spælir klarinett, Anna Hudepol er úr Týsklandi og spælir accordion, James Goodwin er úr Onglandi og spæklir slagverk og Torleik Mortensen er úr Danmark og spælir bass. Tónleikurin er "heimstónleikur", sum í breiðastu merking er fólkatónleikur í øllum møguligum londum. Flytifólk hava verið runt í Føroyum og spælt konsertir á skúlum, og nú vitja tey so Vikuskiftissendingina. Hoyrið innalgið.
Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.