- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið
Gestir í sendingini vóru: Trygvi Danielsen, Eyðstein Lamhauge, Elisa Vang, Sigmundur Mørkøre, Jákup Joensen, Wilhelm Hendrik í Skálanum, Jan Arabo, Daniella Hentze Danielsen, Elsa Maria Olsen, Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg. Í sendingini er kjak við tvey feløg, ávikavist Samhugi við Palestina og Vinafelagið Føroyar-Ísrael. Endamálið við at fáa tey á gátt var at lýsa tiltøkini, hesi feløg skipa fyri, og hvat tey annars standa fyri. Um tað í sendingini kom at tykjast, at annað felagið fekk fleiri kritiskar spurningar enn hitt, er tað av misgáum. Vertirnir í sendingini eru ikki litaðir í hesum spurningi. Men vit taka sjálvandi staðiliga frástøðu frá øllum ræðuleikum, sum standast av kríggi.