Tíðindi

Andreas spælir Nikodemus
Andreas er Nikodemus. Andreas var ein av høvuðsleikarunum í sangleikinum Cabaret. Fyrr dámdi Andreas at spæla Crash Bandicoot, sum er eitt sindur torført spæl. Nú spælir hann Hearts of Stone.  
Maiken spælir Lis, Lív spælir genta í flokkinum og Vár spælir Guðrið
Maiken er Lis, Lív er genta í flokkinum og Vár er Guðrið.  Maiken, Lív og Vár eru 12 ára gamlar. Tær ganga í 6.flokki í skúlanum á Fløtum. Fyrr spældi Lív Sims. Nú spælir hon Minecraft og Among us. Vár spælir mest Among us.  
Oddvá spælir omma
Tey, sum eru vaksin nú, kenna Oddvá, tí hon arbeiddi í barnaútvarpinum fyrr. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Oddvá er omma í Kringvarpinum. Í røðini um Kathy Moraige var hon omma Kathy. Í Fornt er hon omma Eira og Lín. Hon býr á Eiði. Oddvá leggur sjeykabal og dámar væl at spæla kortspøl. 
Herbert spælir Andras og Fríði spælir Torkil
Herbert og Fríði  eru 12 ára gamlir og ganga í 6.flokki í skúlanum á Fløtum. Fyrr spældi Herbert spøl á telefonini, men nú spælir hann Fortnite, Minecraft og Clash Royale. Fyrr spældi Fríði Fifa, Clash royal og Subway surfers. Nú spælir hann Fortnite, CS:go og Battlefield.   
Fornt í 6.flokki á Skúlatrøð
Hvønn gerandismorgun lurta tey í 6.flokki á Skúlatrøð í Klaksvík, eftir Fornt. Tey halda, at tað er sera spennandi at hoyra um spælið og vita, hvat søgan snýr seg um. Tey siga, at tey kenna seg aftur í útvarpsleikinum. Eisini halda tey, at tað er kul at hoyra tónleik og ljóð, sum er í útvarpsleikinum - Fornt. 
Jákup spælir Shapeshifter
Jákup er Shapeshifter. Jákup er kendur í barnaútvarpinum. Hann hevur lisið søgur og verið við í fleiri leikum í útvarpinum og í sjónvarpinum. Eisini var hann vertur í Morsa. Fyrr spældi Jákup Game boy, og honum dámdi allarbest at spæla Pokemon. Nú dámar honum at spæla Football Manager. 
Eva spælir Lín
Eva er 9 ára gomul og gongur í 3.flokki í skúlanum á Argjahamri. Lín er lítlasystir Eira. Eiri heldur, at hon er forkelað og kann vera eitt sindur strævin. Eva hevur ikki playstation, men henni dámar at spæla Minecraft við systkinabørnunum.
Ann Chanett spælir mamman
Mamma Eira er strævin, tí hon heldur ikki, at Eiri skal spæla so nógv teldu. Hon gevur honum ei heldur pengar, so at hann kann keypa sær búna og útgerð í Fornt. Tá ið Ann Cheanett var lítil, dámdi henni væl at spæla Sims. Nú dámar henni væl at spæla Candy Crush.
Solveig spælir Sólja
Solveig er 12 ára gomul og hon gongur í 6.flokki í skúlanum á Fløtum.  Solveig spælir Sólja, sum er vinkona Eira. Sólja hevur eitt ross, sum eitur Eldur. Solveig heldur, at tað er stuttligt at spæla Among Us. 
Familjan í Fornt
Hesi síggja út, sum ein familja. Pætur spælir Niels, Eva spælir Lín, Brandur spælir Eiri og Fríðunn spælir Dora. Mamman manglar á myndini.
Dávid spælir Boas
Dávid er Boas. Dávid er 12 ára gamal og gongur í 6.flokki í Hoyvíkar skúla. Fyrr spældi Dávid Lego Marvel. Tá ið hann var 9-11 ára gamal, spældi hann Fortnite. Nú spælir hann Fifa. 
Fríðunn spælir Dora
Fríðunn spælir Dora Fríðunn spælir stórasysturin í húsinum. Dora gongur á Glasir og er nógv úti og hon venur nógv. Henni dámar ikki serliga væl pakkafrikadellur. Tá ið Fríðunn var lítil spældi hon Super Mario. Henni dámdi sera væl at spæla Nintendo, og her vóru nógv spøl at velja í. Nú spælir hon tey vanligu spølini á telefonini.
Pætur spælir Niels
Niels er maður mammu Eira. Fyrr spældi Pætur - Star Craft, sum er eitt strategispæl, tað er einfalt, men innviklað. Eisini spældi hann Diablo. Pætur hevur ikki stundir at spæla so nógv nú, men um hann spælir, so spælir hann Alix Kidd, sum er eitt online spæl, sum minnir hann á farnar tíðir.
Høgni hevur gjørt ljóðmyndina
Stóra arbeiði at gera alt livandi, hevur Høgni gjørt. Høgni hevur havt tað serstakliga stuttligt í 7. og 9. parti. Fyrr plagdi Høgni at spæla eitt spæl, sum eitur Duke Nukum. Tað er eitt skjótispæl, og hann helt, at tað var stuttligt við teimum stuttligu replikkunum. Í dag spælir hann mest Fifa, her er ikki neyðugt at hugsa so nógv, tá ið tú spælir.
Brandur spælir Eiri
Brandur gongur í 6.flokki, og hann er við í øllum átjan pørtunum. Brandur er royndur leikari. Fyrstu ferð var í útvarpsleikinum Kepler. Hann var eisini við í jólakalendaranum Snæfall, tá ið hann hevði leiklutin sum Hákun. Tá ið Brandur var lítil, spældi hann Minecraft og Sky Landers. Nú spælir hann Fortnite og Minecraft
Marjun og Gunvá eru námsarbeiðarar
Vit hava samstarvað við Nám, og hesar báðar hava gjørt uppgávurnar til Fornt. So tá ið tit arbeiða við onkrum í skúlanum, so vita tit nú, hvør hevur gjørt uppgávurnar. 

Partar

18. Leikur kallur

17. Tjørnin

16. Meira modernaður

15. At síggja eld

14. Renn

13. Hvar hevur tú verið

12. Túr við hundinum

11. Eiði

10. Alt oyðilagt

9. 3 ....2 ... 1 ... Nú

8. Hjálpir at hava góð vápn

7. Gullkistan

6. Hvar ert tú?

5. Barnagenta

4. Granska

3. Kann eg sleppa við?

2. Pakkafest

1. Skuggin