Labbaliðið

Hvølpar bjarga páskareggjaveiðuni
17-04-2025
Árliga páskareggjaveiðan er í Ævintýravík, og hvølparnir hjálpa Vælvild borgarstjóra at mála páskareggini.

Árliga páskareggjaveiðan er í Ævintýravík, og hvølparnir hjálpa Vælvild borgarstjóra at mála páskareggini. Reiðar og hvølparnir fara á eitt spennandi ævintýr, tá ið teir fara at leita eftir Kneysa, Høninu og undrunarfulla egginum.

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.