- Tíðindi, mentan og ítróttur
Labbaliðið
Hvølpar bjarga sirkusi
16-09-2025
Labbaliðið skal finna lítlu Fípu, sum er rýmd úr sirkustokinum.
Labbaliðið skal finna lítlu Fípu, sum er rýmd úr sirkustokinum. Fílamamman er so stúrin og fer at leita eftir síni Fípu. Nú renna tveir ørkymlaðir fílar runt í Ævintýravík.

Labbaliðið
Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.











