Seks spurningar um at vera menniskja

Ber tað til at liva í alla tíð?
25-03-2022
Búi byggir eina ævinleikamaskinu, tí hann ræðist deyðan.

Í triðja parti samdroyma Dánjal og Búi um jarðarferðina hjá Búa. Tá Búi vaknar er hann bangin fyri degnum, tá hann einaferð fer at doyggja, og hann fer tí í holt við at byggja sær eina ævinleikamaskinu. Men ber tað til, at liva í alla tíð?

Seks spurningar um at vera menniskja

Dánjal og Búi eru samdroymarar. Um náttina møtast teir í dreymum. Og úr hesi samdroyman spyrjast stórir spurningar. Hví? Ja, teir hava sítt at dragast við - og ja, tú fært at síggja!