vit_submenu_uv

kringlan_se.jpg

Kringlan: Ein sending um kemi

Vit eru í skúlanum við Løkin í Runavík, har Petur og Ásbjørn hava gjørt nógv spenandi við kemi

Ásbjørn og Petur eru lærarar, og halda at evnafrøði er ein spennandi lærugrein. Teir vísa okkum royndir, lavalampur og mangt, mangt annað.

 

Aðrir partar

Vár í Ólavstovu greiðir frá og børn í skúlanum við Løgmannabreyt siga sína hugsan.

Í dag spyrja vit, hví Tórshavn eitur Tórshavn, hvussu er við toruni og hvat er norrøn gudalæran. Vár í Ólavstovu fer at greiða frá og børn í 5.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt í 2009, søgdu sína hugsan.

Eisini hoyra vit um víkingar - Sólvá og Karla, greiða frá

Í hesum døgum, hoyra vit útvarpsleikin "Søgan um Sigmund" í Barnaútvarpinum. Í dag horya vit, tá ið Elin og Jonna vóru á vitjan í Søgusavninum í Vestmanna. Herleif Hammer greiðir frá.

Hesa vikuna vitja vit ymisk støð

Barnaútvarpið vitjar í Havnar Kirkju.

Næmingar í Eysturskúlanum í Havn greiða frá

Í dag er evnið vetrarbreytin. Í Eysturskúlanum í Havn, hava tey í miðdeildini havt evnisarbeiði um vetrarbreytina. At enda fingu næmingar eitt blað við samrøðum, søgum, yrkingum, myndum, uppskriftum og øðrum, sum er savnað saman í evnisvikuni.

Marita og Rebekka eru og ríða í Havnadali

Louisa greiðir frá um føroysk ross.

31. januar er altjóða lúsadagur - tá verður farið í lúsakríggj

Í sendingini í dag hoyra vit um lús og hvussu farið verður í lúsakríggj. 31. januar er altjóða lúsadagur, og tá verður farið í lúsakríggj. Kristina EIdesgaard, sum arbeiðir á apotekinum í Havn, greiðir frá. Børn í Kollafirði siga sína hugsan um lús.

Vit hoyra yrkingasavnið Solosólin, sum næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla hava yrkt. Eisini greiðir Oddfríður Marni Rasmussen frá

Í dag lesa kendar kringvarpsrøddir yrkingar, sum børn hava skrivað. Yrkingasavnið er - Solosólin, sum 4.flokkur í Tòrshavnar Kommunuskúla, skrivaðu í 2012.<br/>
<br/>
Oddfríður Marni Rasmussen er lærari og rithøvundur, hann greiðir eisini frá tí at yrkja.