kringlan_se.jpg

Kringlan - Kom og les

Vit eru úti saman við sjónleikarum, vit hoyra um talgild bókaummæli og Edvard Fuglø greiðir frá

Í Kringluni í dag fara vit at hoyra um Kom og les, sum er barna og ungdómsbókafestivalur. Hesa vikuna hava rithøvundar greitt frá, vit hava hoyrt søgur og verið úti og vitjað skúlar. Eisini hava vit hoyrt um festivalin Børn og ung og mentan, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Tað eru sera nógv tiltøk í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og fleiri enn 4000 børn hava verið til barnakonsert og hava sæð bókahúsið, sum Sámal Blak hevur evnað til. Í Kringluni í dag eru vit allarfyrst úti við tveimum sjónleikarum, sum eita Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe, tey og onnur hava ferðast í ymiskum skúlum og greitt frá upplestri og hava víst børnum, hvussu tey fáa myndir í høvdið, tá ið tey lurta eftir søgum og lesa upp. Síðani fara vit at vitja á Námi, tí har fyrireika tey talgild bókaummæli, sum verða á skránni í Norðurlandahúsinum í morgin. At enda fer listamaðurin Edvard Fuglø at greiða frá, hann hevur teknað og skrivað nógvar vælkendar bøkur, eitt nú Janus er ein stjørna, Vampyrella og Poetikus. Vampyrella og Poetikus eru í Norðurlandahúsinum og práta við børn allar dagar, tá ið festivalurin er. Myndir úr bókum hjá Edvard Fuglø verða vístar fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Fyrst eitt sindur av tónleiki, og vit hoyra sang hjá Jensinu Olsen, frá barnakórstevnuni í 2012. Jensina fer eisini at framføra til Kom og les tiltakið leygardagin. Eisini verða sangir úr Loppugrasi, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, sungnir. Lesiringur av Viðareiði kemur á vitjan, rithøvundar greiða frá, fyrilestrar verða og mangt mangt annað.

 

Aðrir partar

Um Barna- og ungdómsbókmentafagnaðin - Beinta Johannesen greiðir frá.

Hesa vikuna er stórfingni barna-og ungdómsbókmentafagnaðurin - Kom og les. Rithøvundar og sjónleikarar eru úti á skúlum og greiða frá. Eitt sera flott bókahús er sett upp í Norðurlandahúsinum, Sámal Blak hevur evnað til. Í húsinum eru vælkendar verur úr føroyskum barnabókmentum. Kom og les endar við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl. Beinta Johannesen, sum arbeiðir á Strok og á Bókadeild Føroya Lærarafelags greiðir frá.

Bókin Flata kaninin og setanin til festivalin

Í dag hevur Býarbókasavnið 45 ára føðingardag. Vit fara at hoyra bókina - Flata kaninin, sum tey eisini fara at lesa á Býarbókasavninum í dag. Tey skipa eisini fyri festivalinum - Kom og les. At enda eru vit til setanina í Norðurlandahúsinum. Festivalarnir - barna-og ungdómsbókmentafestivalurin Kom og les, og festivalurin Børn, ung og mentan, vóru settir í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. mars. Fyri framman liggja spennandi dagar hjá børnum og ungum. Vit varpa ljós á hesar dagar í Barnaútvarpinum.

Rakel Helmsdal er á vitjan í Barnaútvarpinum

Í dag er Rakel Helmsdal á vitjan í Barnaútvarpinum. Hon hevur skrivað nógvar ymiskar bøkur. Hon greiðir frá søgum og frá tí at skriva søgur.

Sólrún Michelsen greiðir frá

Í dag er Sólrún Michelsen á vitjan í Barnaútvarpinum. Hon hevur skrivað fleiri søgur og yrkingar. Í dag greiðir hon serliga frá yrkingunum, sum eru í savninum Loppugras. Eisini syngja børn í skúlanum í Kollafirði.

Vit eru í Frískúlanum í Havn, saman við Aase Bømler, sum skrivar og teknar bøkur

Í dag eru vit úti saman við Aase Bømler. Hon fer at gera eina bók saman við næmingum í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað.