Í dag spyrja vit, hví Tórshavn eitur Tórshavn, hvussu er við toruni og hvat er norrøn gudalæran. Vár í Ólavstovu fer at greiða frá og børn í 5.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt í 2009, søgdu sína hugsan.
Í sendingini í dag hoyra vit um lús og hvussu farið verður í lúsakríggj. 31. januar er altjóða lúsadagur, og tá verður farið í lúsakríggj. Kristina EIdesgaard, sum arbeiðir á apotekinum í Havn, greiðir frá. Børn í Kollafirði siga sína hugsan um lús.
Aðrir partar
Í hesum døgum, hoyra vit útvarpsleikin "Søgan um Sigmund" í Barnaútvarpinum. Í dag horya vit, tá ið Elin og Jonna vóru á vitjan í Søgusavninum í Vestmanna. Herleif Hammer greiðir frá.
Barnaútvarpið vitjar í Havnar Kirkju.
Ásbjørn og Petur eru lærarar, og halda at evnafrøði er ein spennandi lærugrein. Teir vísa okkum royndir, lavalampur og mangt, mangt annað.
Í dag er evnið vetrarbreytin. Í Eysturskúlanum í Havn, hava tey í miðdeildini havt evnisarbeiði um vetrarbreytina. At enda fingu næmingar eitt blað við samrøðum, søgum, yrkingum, myndum, uppskriftum og øðrum, sum er savnað saman í evnisvikuni.
Louisa greiðir frá um føroysk ross.
Í dag lesa kendar kringvarpsrøddir yrkingar, sum børn hava skrivað. Yrkingasavnið er - Solosólin, sum 4.flokkur í Tòrshavnar Kommunuskúla, skrivaðu í 2012.<br/>
<br/>
Oddfríður Marni Rasmussen er lærari og rithøvundur, hann greiðir eisini frá tí at yrkja.