Vitan

Mars og rúmdarbilurin Perseverance
01-04-2021
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.

Í sendingini verður gongustjørnan Mars umrødd og hví tað verður mett at tað kanska einaferð í fyrndini hevur verið lív á Mars.

Hans Amundsen og Michelle Minitti frá JPL NASA, Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og David Arge Klevang Petersen frá DTU Space greiða frá. 

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Anna Maria Fosaa, Jens-Kjeld Jensen og Janus Hansen greiða frá, ávíkavist lívfrøðiliga margfeldinum, hagafuglinum og skordýrum í Føroyum
31-05-2013
Vár í Ólavsstovu, cand.mag í norðurlendskum bókmentum, greiðir frá, hvussu føroyskt gjørdist ein lærugrein í skúlunum
24-05-2013
Í sendingin verða ílegur, FarGen og ílegugransking umrødd
16-05-2013
Evnið í sendingini er, hvussu ferðafrásagnir kunnu lýsa, hvussu føroyski samleikin, tjóðin og føroyskar bókmentir íbirtust. Annar partur
02-05-2013
Evnið í sendingini er, hvussu ferðafrásagnir kunnu lýsa, hvussu føroyski samleikin, tjóðin og føroyskar bókmentir íbirtust. Fyrsti partur
18-04-2013
Hetta eru evnini í sendingini Vitan
09-04-2013
Eitt av kendastu listaverkum í landinum er altartalvan í Christianskirkjuni í Klaksvík, og í hesum døgum verður hon høvuðsumvæld
14-03-2013
Hetta eru evnini í sendingini Vitan
08-03-2013
Tólmenni, robottar, skulu í framtíðini hjálpa til í almannaverkinum
04-03-2013
Fleiri túsund føroyingar, hava verið við í einari stórari granskingarverkætlan, hvussu støðan er við diabetes í Føroyum
21-02-2013
27. januar er altjóða dagur til minnis um Holocaust. Ì sendingini greiðir Róland í Skorini frá Holocaust. Fjórða og seinasta sending
21-02-2013
27. januar er altjóða dagur til minnis um Holocaust. Í sendingini greiðir Róland í Skorini frá Holocaust. Triðja sending
07-02-2013