Vitan

Rýmdu norðbúgvarnir undan turki?
16-11-2022
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.

Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar.

Men hvat hendi við teimum?

Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er loyst enn. Gjørdust tey so fáment til endans, at tey doyðu út, komu tey til ilnar við upprunafólkið, inuittarnar, í Grønlandi, ella vóru tey rænd av sjórænarum? Boðini eru nógv.

 

Toftirnar eftir Hvalsoyar kirkju í Grønlandi


Tað seinasta, mann hoyrdi frá norðbúgvunum í Grønlandi, er um eina vígslu, sum var hildin í Hvalsoyar kirkju í Eysturbygdini. Í brævi sent til biskupsætið Garðar í Íslandi stendur, at tann 14. septembur í 1408 giftust Thorstein Ólavsson og Sigrid Bjørnsdóttir.

Eftir hetta var tøgn úr Grønlandi.

Og tá ið danski presturin Hans Egede kom til Grønlands í 1721 fyri at missionera fyri norðbúgvunum, sum man tá ikki hevði hoyrt frá í meira enn 300 ár, var ongin at finna. Ikki ein tann einasti.

Hvat hendi við teimum?

 

Granskarar kanna legugrýtið í vøtnum í Grønlandi, har norðbúgvarnir hildu til (Mynd: Raymond Bradley)


Nýggj gransking, sum granskarin Raymond Bradley hevur staðið fyri, kann geva eina ábending um, at livi umstøðurnar broyttust, men ikki sum áður hildið, at veðrið gjørdist kaldari og harðbaldnari, men turrari. Var tað turkur, sum fekk tey at rýma?

Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley, har greitt verður frá nýggju granskingini, og hvat møguliga hendi við grønlendsku norðbúgvunum.

 

Granskarar hava fiskað legugrýtið úr ein vatnið í Grønlandi (Mynd: Raymond Bradley) 

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017