Vitan

Vitan: Islam
07-10-2010
Næstan fjórða hvørt menniskja á jarðarklótini er muslimur

Islam er næststórsti átrúnaður í heiminum, umleið 1,6 milliardir fólk venda sær hvønn dag ímóti Mekka og biðja til Allah.

Eins og kristindómur er islam ein heimsreligión. Fleiri enn ein milliard fólk eru muslimar og tað eru bara kristindómurin og islam, ið eru í milliardaflokkinum, hóast hinduisman er tætt við.

Islam er næststørsti átrúnaður av teimum fimm størstu átrúnaðunum í heiminum; umleið 1,6 milliardir fólk eru muslimar, bert kristindómurin hevur fleiri viðhaldsfólk við sínum umleið 2,3 milliardum. Muslimar finnast um allan heimin og nýggjastu uppgerðirnar siga, at tey gerast fleiri og fleiri.

Nakrar líkheitir eru millum islam og kristindómin. Báðar milliarda-religiónirnar er monoteistiskar, tað vil siga trúgva á ein og bara ein Gud.

Báðar religiónirnar byggja víðari á Gamla Testamentið, sum er halgabók hjá jødum, men hesin yvirbygningurin, um ein so kann siga, ávíkavist Nýggja Testamentið og Koranin er rættiliga ymiskur, og somuleiðis er áskoðanin á jødar og teirra trúgv.

Báðar religónirnar hava sín uppruna í einum persóni, Jesus og Muhammed.

Eitt annað, sum líkist í islam og kristindóminum, tá ið hugsað verður í alheims høpi, er, at muslimar eins og kristin missionera og breiða sína trúgv um allan heimin. Báðar religiónirnar hava sostatt ta sjálvsfatan, at allur heimurin átti at tikið við júst síni trúgv og tilhoyrandi praksis.

Islam er ikki ein einvorðin skipan. Eins og tað í kristindóminum eru fleiri ymiskar kirkjur og samkomur, eru eisini fleiri ymsar samkomur í islam.

Í islam eru tveir aðalrætningar, sunni (umleið 80%) og shia (umleið 20%). Í nógvum islamskum londum eru hesir báðir rætningar ofta andstøðingar. Harumframt finnast smærri bólkar sum ahmadiyyar og aleviar. Hesir bólkar verða ofta mettir sum sjálvstøðug trúarsamfeløg, men hava sína rót í islam.

Gunnar Isfeldt, sum er søgufrøðingur við religión sum síðufak, greiðir í sendingini frá um Islam.

Lurta eftir sendingini her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.
16-11-2022
Sjálvt um alheimsupphitingin helt uppat í morgin, so hevði havið um allan knøttin hildið fram at hækka
15-09-2022
Tað var ógvuliga heitt í Evropa í summar. Áir tornaðu, skógareldar herjaðu, og fólk vóru um at ganga frá verðini. Orsøkin til ógvusliga hitan var jetstreymurin, sum klovnaði
13-09-2022
Tveir fyrilestrar um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
17-06-2022
Nýggja føroysk gransking vísir, at hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers.
16-05-2022
Søgn í Vágum sigur frá einum stórum vatni, sum lá tætt við Fjallavatn, sum hvarv.
15-02-2022
Arbeiðið at høvuðsumvæla Stokkastovuna í Tinganesi er farið í gongd
20-01-2022
Granskarara úr USA og Føroyum hava kannað DNA í legugrýtinum í Eiðisvatnið, og har sæst, at fyrstu seyðirnir komu har um ár 500.
16-12-2021
- Vit vita ikki, hvat hetta er fyri eitt signal, sigur David Kaplan, ið granskar løgna signalið úr rúmdini.
26-10-2021
Vit hava tikið tær fyrstu kjarnuroyndirnar og goymt tær í rovaranum, sigur Kathryn Stack frá NASA.
05-10-2021
Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, hevur staðfest, at átta víkingagravir eru funnar í Føroyum.
28-09-2021
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
01-04-2021