Vitan

Vitan: Føroysk klæðir
21-10-2010
Føroysku klæðini, hava í dag sera góða undirtøku millum fólk. Men hví síggja klæðini út sum tey gera?

Føroysku klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hava í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi. Men hví síggja klæðini út sum tey gera? Og hvør hevur avgjørt at soleiðis síggja røtt føroysk klæðir út. 

Til føroyskan dans, eru fólk oftani í føroyskum klæðum, eisini til ávísar hátíðarløtur og ikki minst á ólavsøku. Føroyski klæðini, ella føroyski búnin, sum tey eisini verða nevnd, hevur í dag sera góða undirtøku millum fólk. Nógvir føroyingar eiga síni egnu klæði og eru í teimun til alsyns høvi.
Trupult er at tíðarfesta, nær siðurin við føroyskum búnum hevur tikið seg upp. Vanligt hevur verið í føroyum at kvinnur vóru í ullintum, vovnum skjúrti og menn í kvarðabuksum úr vaðmali, ullintum hosum osfr. Ì tilfari og sniði mintu klæðini um tey, sum vit í dag nýta til tjóðbúnan, men upprunaliga vóru tey hvørki nýtt ella fatað sum tjóðbúnar.

Í 19 øld kom tó ein skilnaður millum klædnabúnan hjá fólki, klæðini vóru skild ímillum donsk og tey meira siðbundnu klæðini. Donsk klæðir vóru klædningar og kjólar keyptir uttanifrá. Handilssambandið tá var gjøgnum Kongaliga einahandilin og harvið Danmark, klæðini vóru tí rópt donsk klæðir, hóast tey kundu verða allastaðni frá.

Svabo fýlist longu síðst í 1700 á, at kvinnurnar í Føroyum alsamt leggja seg eftir øðrum klæðum og lata seg í kjólar úr útlendskum tilfari.

Síðst í 1800 tekur tjóðskaparrørslan seg upp millum føroyingar. Um sama mundið eru ábendingar um, at vanligari verður at nýta føroysk klæðir, tað við siga klæðir, sum mintu um tey gomlu siðbundnu, men nú komi fram í øðrvísi hami og vóru nýtt til ávís høvi.

Lurta eftir sendingin her, um føroyska tjóðbúnan.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017