- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, nýggjar plantur eru komnar og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg. Her er ikki talan um djór, sum av einari ella aðrari orsøk eru eru vilst til oyggjarnar.
Hitin í luftini í Havn, er máldur síðan 1890, og sjóvarhitin á Landgrunninum síðan 1914. Gongdin í hesum mátingum minna nakað um miðalhitan fyri alla jørðina við hitaøking fram til miðskeiðis í 20.øld og síðani køling.
Síðan mitt í 1990-unum er hitin í føroyskum øki vaksin umleið eitt hitastig bæði á sjógvi og landi. Alheimsupphitingin kann verða orsøkin til hesa upphiting.
Lurta eftir sendingini Vitan - fyrri partur um alheimsupphitingina og ávirkan tess á Føroyar.