Vitan

Vitan: Kann ein flóðalda raka Føroyar?
17-03-2011
Sjálvt um Føroyar liggja uttanfyri jarðskjálvtvirkið øki, so skuldi ein trú, at Føroyar ongantíð verða raktar av tsunami-aldum. Men so er ikki

Vanlukkan í Asia 2004 og í Japan 2011 reisir spurningin, um ein tsunami-vanlukka kann henda í Atlantshavinum? Kanningar vísa, at slíkt er hent í Føroyum, og at smáar tsunami-aldur eru ikki óvanligar.

Føroyar liggja uttan fyri gosvirkið øki. Føroyar liggja eystan fyri eina rivu, har tvær plát-ur flyta seg burtur hvør frá aðrari. Jarðskjálvtar og eldgos henda fram við allari hesi rivu. Hetta øki kenna vit sum Miðatlantsryggin, og Ísland liggur júst á rygginum.

Føroyar eru bygdar upp av grótbræðingum frá eldgosum, sum vóru fyri næstan 60 milliónum árum síðan, tá ið henda rivan byrjaði at skilja sundur Evropa og Norðuramerika.

Alt gosvirksemi er sloknað í Føroyum fyri langari tíð síðan, og í dag er føroyska økið púra óvirkið viðvíkjandi eld-gosum og hørðum jarðskjálvtum.

Vit skulu tí ikki vænta tsunami-aldur í Føroyum av somu orsøk sum tann, sum rakti Indiahav annan jóladag, nevnliga ein harðan jarðskjálvta tætt við Føroyar.

Kunnu tsunami-aldur raka Føroyar?

Um Føroyar liggja uttan fyri skjálvta- og gos-virkið øki, kunnu vit spyrja, um Føroyar kanska ongantíð verða raktar av tsunami-aldum? So einfalt er tað ikki, tí tað eru nevnliga aðrar hendingar enn jarðskjálvtar, sum kunnu elva til tsunami.

Hvat kann elva til tsunami?

Ein tsunami, sum ofta misvísandi verður kallað ein flóðalda, verður skapað av ógvisligum náttúruhendingum í sjónum. Hendingar sum spreingigos, ovurstór omanlop av landi út á hav, ovurstór skriðulop á havbotninum ella at ein stórur loftsteinur úr rúmdini dettur í havið kunnu eins og jarðskjálvtar skapa tsunami-aldur.

Ógvisliga órógvin fær røring í allan sjógvin, og aldurnar breiða seg sum ringar í sjónum, júst sum tá vit kasta ein stóran stein í eina tjørn.


Fingramerki frá tsunami-alduni.

Tá ið risaaldan nærkast landi, sæst tað ofta við, at sjógvurin fløðir ella fjarar óvanliga skjótt. Tá ið tsunami-aldan stutta løtu seinni skolar inn yvir landið, kemur nógv tilfar frá havbotninum við, so sandur og steinar skola inn yvir landið saman við vatninum.

Nakað av hesum tilfari liggur eftir, tá ið aldan tekur seg aftur. Ein tsunami-alda setur soleiðis sítt fingramerki á landslagið, sum kann finnast aftur við jarðfrøðiligum kanningum nógv ár seinni. Jarðfrøðiligar kanningar kunnu avdúka, hvar tsunami-aldur hava verið, hvussu stórar tær hava verið, og nær tær hava verið.
Tsunami-aldur í Atlantshavi.

Jarðfrøðiligar kanningar á atlantiska økinum hava víst, at tsunami-aldur eru sjáldsamar, men als ikki ókendar. Orsakirnar til tær flestu atlantisku tsunami-aldurnar hava verið oman-lop av landi út á havið og skriðulop á land-grunshellingini út fyri øll meginlondini, men eisini tsunami-aldur elvdar av jarðskjálvtum kennast frá miðjarðarhavsøkinum.

Ovurstór tsunami í Føroyum fyri meir enn 7000 árum síðan

Eisini í Føroyum eru fingramerki eftir ovurstórar tsunami-aldur funnin. Eitt stórt skriðulop, kallað Storegga, hendi út fyri norsku land-grunshellingini fyri yvir 7.000 árum síðan, og hendingin elvdi til eina tsunami-aldu, sum rakti alt tað norðuratlantiska økið.

Storegga-skriðan setti gongd á eina ovurstóra tsunami-aldu, sum gjørdist einar 16 metrar høg í Noregi, og hon var einar 10 m høg í Íslandi og 5 m høg í Skotlandi. Tekin eftir hesa tsunami-aldu eru funnin í vatninum á Vágseiði í Suðuroy og á Eiði, og mett verður, at aldan, sum skolaði inn yvir Føroyar, hevur verið einar 10-12 metrar høg.

Lítlar tsunami-aldur eru ikki óvanligar í Føroyum

Lítlar tsunami-aldur koma stundum fyri, tá ið berglop henda í bjørgunum, og grótskriður skola út á sjógv í einum. Ein slík hending er kend frá Gjógv. Tann 9. juni 1953 hendi eitt stórt berglop sunnan fyri Borgaran norðarlaga í Kalsoynni.

Lopið brast út á sjógv og elvdi til eina tsunami í Djúpunum, sum breiddi seg sum ringar í sjónum og rakti Gjógv løtu seinni. Ebba Joensen greiðir frá hesi hending í Jóla-boðum 1987, og Petur Jacob Sigvardsen lýsir eisini hendingina í bókini "Úr Gjáar søgu 2" frá 1998.

Sagt verður frá, at ein maður mundi druknað, og at tað var um reppið, at ikki fleiri fólk fingu stóran skaða.

Ein møgulig onnur frásøgn er úr Sørvági í bókini "Sørvágur og sørvingar II" eftir Sonna Jacobsen. Her verður greitt frá, at góðveðurs-dagin tann 14. august 1916 reistist ein stór alda av marbakkanum og skolaði inn yvir all-an sandin niðan á kirkjugarðin.

Tíbetur vóru børnini júst farin av sandinum niðan at eta døgurða, so eingin fekk skaða av hesi aldu. Tað er ikki óhugsandi, at fleiri slíkar frásagnir finnast í Føroyum, og at hesar hendingar eru ábendingar um tsunami-aldur, elvdar av stórum omanlopum í bjørgunum nærhendis.

Hvussu vanligar slíkar smáar tsunami-aldur eru í Føroyum, vita vit ikki, men arbeitt verður við at kanna hetta.


Lurta eftir sendingini her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.
16-11-2022
Sjálvt um alheimsupphitingin helt uppat í morgin, so hevði havið um allan knøttin hildið fram at hækka
15-09-2022
Tað var ógvuliga heitt í Evropa í summar. Áir tornaðu, skógareldar herjaðu, og fólk vóru um at ganga frá verðini. Orsøkin til ógvusliga hitan var jetstreymurin, sum klovnaði
13-09-2022
Tveir fyrilestrar um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
17-06-2022
Nýggja føroysk gransking vísir, at hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers.
16-05-2022
Søgn í Vágum sigur frá einum stórum vatni, sum lá tætt við Fjallavatn, sum hvarv.
15-02-2022
Arbeiðið at høvuðsumvæla Stokkastovuna í Tinganesi er farið í gongd
20-01-2022
Granskarara úr USA og Føroyum hava kannað DNA í legugrýtinum í Eiðisvatnið, og har sæst, at fyrstu seyðirnir komu har um ár 500.
16-12-2021
- Vit vita ikki, hvat hetta er fyri eitt signal, sigur David Kaplan, ið granskar løgna signalið úr rúmdini.
26-10-2021
Vit hava tikið tær fyrstu kjarnuroyndirnar og goymt tær í rovaranum, sigur Kathryn Stack frá NASA.
05-10-2021
Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, hevur staðfest, at átta víkingagravir eru funnar í Føroyum.
28-09-2021
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
01-04-2021