Vitan

Vitan: El Niño vs tosk
15-09-2015
Gevur ein máttmikil El Niño okkum meira tosk? Tað er spurningurin ið verður viðgjørdur í sendingini Vitan hesuferð

El Niño er partur av veðurlagsfyribrigdinum "ENSO" (El Niño - Southern Oscillation) í tropiska partinum av Kyrrahavinum, og fevnir um broytingar bæði í havinum og luftini. Ein stórur partur av Kyrrahavinum gerst væl heitari tá El Niño er, og hetta sæst aftur í øktum miðalhita á jørðini. Tann øvugta støðan, við einum kaldari Kyrrahavi, verður nevnd La Niña.

 

Greinin heldur fram undir myndini.

Mynd av tí sera máttmiklu El Niño í 1998 (mynd: Havstovan)


Í sendingini Vitan, fara Osmund Justinussen, Hjálmar Hátún og Hanus Kjølbro, at greiða frá ENSO og tess møguligu ávirkan á veðrið og harvið havumhvørvið kring Føroyar. Osmundur hevur lagt til merkist, at tíðarskeið við máttmiklum El Niño falla saman við góðum botnfiskiskapi undir Føroyum. Eftir nøkur ár við vánaligum fiskiskapi, fáa bátarnir stóran og feitan tosk mitt í øllum. Er hetta verðuliga so, og hvussu kunnu ENSO og toskaveiða hanga saman?
 
El Niño er sera máttmikil í ár, og tískil verður spennandi at fylgja við gongdini í fiskiskapinum.

 

Stabbamynd av samanhangi millum El Niño, La Niña og vøkstur hjá toski:

Mynd: Hjálmar Hátún / Havstovan

 

Les grein sum Hjálmar Hátún hevur skrivað um El Niño, La Niña og tosk í Sjóvarmál. Trýst her

 

Trýst á leinki, so sært tú hvussu jetstreymarnir hátta sær beint nú. Trýst her

 

Jetstreymarnir 15.09.2015

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017