Vitan

Vitan: At ímynda og skapa tjóðina (2:2)
02-05-2013
Evnið í sendingini er, hvussu ferðafrásagnir kunnu lýsa, hvussu føroyski samleikin, tjóðin og føroyskar bókmentir íbirtust. Annar partur

Í sendingini hitti eg Kim Simonsen, sum greiðir frá, hvat tað er, hann hevur granskað í seinastu árini. Ein gransking, ið júst nú fyriliggur sum ein 328 síður phd-ritgerð frá Roskilde Universiteti.

Bókin skal útgevast á altjóða forlagið í Amsterdam/New York. Kim Simonsen er høvundi og mag.art í norðurlendskum bókmentum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Her í desember 2012 vardi hann sína ph.d. í bókmentum frá Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru professarin Anette Warring frá Roskilde Universitet og professarin Svend Erik Larsen frá Århus Universitet.

Undir arbeiðinum sum byrjaði í 2009 hevur Kim verið gestagranskari á Columbia University og á Amsterdam Universitet.

Kim sum eisini er høvundi, hevur áhuga í mentanarligari nationalismu, migration og minnismentan í mun til bókmentir. Hann hevur serliga haft áhuga fyri evropeiskum ferðabókmentum, minnismentan, imagologi, gransking í stað og "cultural transfer."

Út frá hesum hevur hann granskað hvussu ein tjóð tekur seg fram, í mun til hvat onnur skriva um hana. Sum eina "case" hevur hann granskað týskar, enskar, franskar v.m. ferðafrásagnir um Ísland og Føroyar frá 1600-1891.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017