Vitan

Vitan: Leitanin eftir víkingagravum í Føroyum
27-10-2015
Fornfrøðingur er farin at leita eftir fornum víkingagravum í norðoyggjum. Tað er evnið í sendingini Vitan hesuferð

Tað er Ann Sølvia Lydersen Jacobsen, fornfrøðingur, ið hevur fingið játtað pengar til eina trý ára ph.d verkætlan, har hon skal granska norðoyggjarnar, fyri at vita, um man kann skráseta fornar búsetingar har og samstundis finna fornar gravir.

Reyði ringurin vísur, hvar víkingagravirnar í Tjørnuvík vóru funnar og grivnar út í fimtiárunum, sí mynd niðanfyri:

 

Í sendingini greiðir Simun Arge, fornfrøðingur og granskari, frá fornu gravunum í Tjørnuvík og á Sandi. Hvat man hevur funnið og hvørjar vónirnar eru at finna nýggjar fornar gravir í Føroyum. 

Eisini hoyra vit brot úr gamlari samrøðu við Sverra Dahl, sála, ið stóð fyri útgrevstrinum í Tjørnuvík

 

Soleiðis sær út í Tjørnuvík í dag, har víkingarnir lógu grivnir, sí mynd niðanfyri:

 

Um tú vil hoyra alla samrøðuna sum Niels Juel Arge hevði við Sverra Dahl, trýst HER

 

Veist tú um, ella hevur hoyrt onkran siga frá um fornar búsetingar ella líknandi, so vil Ann Sølvia fegin hoyra frá tær. Skriva til vitan@kvf.fo   

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017