- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Í sendingini hitta vit Kim Simonsen, sum greiðir frá, hvat tað er, hann hevur granskað í seinastu árini. Ein gransking, ið júst nú fyriliggur sum ein 328 síður Ph.D.-ritgerð frá Roskilde Universiteti.
Bókin skal útgevast á altjóða forlagi í Amsterdam/New York. Kim Simonsen er høvundur og mag.art. í norðurlendskum bókmentum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Í desember 2012 vardi hann sína Ph.D. í bókmentum frá Roskilde Universitet. Vegleiðarar vóru professarin Anette Warring frá Roskilde Universitet og professarin Svend Erik Larsen frá Århus Universitet.
Undir arbeiðinum, sum byrjaði í 2009, hevur Kim verið gestagranskari á Columbia University og á University of Amsterdam.
Kim, sum eisini er høvundur, hevur áhuga í mentanarligari nationalismu, migration og minnismentan í mun til bókmentir. Hann hevur serliga haft áhuga fyri evropeiskum ferðabókmentum, minnismentan, imagologi, gransking í stað og "cultural transfer."
Út frá hesum hevur hann granskað, hvussu ein tjóð tekur seg fram, í mun til hvat onnur skriva um hana. Sum eina "case" hevur hann granskað týskar, enskar, franskar v.m. ferðafrásagnir um Ísland og Føroyar frá 1600-1891.