Vitan

Vitan: Køla likamið, og sáðkyknur bera fiti
17-03-2016
Í sendingini hoyra vit um tað at køla mannakroppin niður og harvið steðga øllum lívi, og at fiti hjá pápum kann førast víðari til tað ófødda barnið

Í 1999 var 29 ára gamla Anna Bågenholm farin at standa á skíð í Norðurnoregi. Veðrið var gott, og hon skíðaði oman eftir einari brekku beint við eina avísaða á.

Komin nakað oman missir hon balansuna og dettur á ryggin. Hon fer skreiðandi oman eftir brekkuni og út á ta frystu ánna. Knappliga brotnar ísurin, og hon søkkur í ísakaldu ánna.

Streymurin í ánni dregur hana við sær, og hon verður føst undir ísinum.

Tvey vinfólk hjá Onnu, sum eisini stóðu á skíð henda dagin, gjørdu skjótt av og royndu at bjarga henni. Tey fingu fatur á beinunum á henni og hildu fast, so hon ikki skuldi verða drigin longur undir ísin, men tey orkaðu ikki at fáa hana leysa.

Har lá so Anna í ísaøldu ánni. Undir ísinum var ein lummi av luft, har hon kann anda, men eftir 40 minuttum í tí ísakalda vatninum, var hon blivin so køld, at hjartað gavst at sláa.

Men sjálvt um Anna lá ísaløld undir ísinum við ongum hjartasláttri, so endar søgan um Onnu ikki her.

Hendingin gav pláss í medisinsku lærubókunum

Tí tað, sum hendi seinni, gav henni pláss í teimum medisinsku lærubókunum.

Hvat hendi við Onnu, koma vit aftur til um eina løtu, tí hennara søga gav íblástur hjá nøkrum granskaraum, hvussu ein kann bjarga lív, sjálvt tá ið hjartað er steðgað, og heilin ikki virkar longur.

Sjálvt um ongi lívstekin koma frá Onnu undir ísinum, halda vinirnir fast, og tað gongur ein góður tími, aðrenn bjargingartyrlan kemur.

Tá ið Anna Bågenholm umsíðir kemur á sjúkrahús, eru gingnir meira enn tveir tímar, síðan hjartað steðgaði.

Fingu lív í hana aftur

Læknarnir royna at blása luft í lunguni og geva henni hjartamassasju fyri, at blóðið skal sirkulera í kroppinum, men vónirnar eru ikki góðar, tí hon sær út til at vera steindeyð.

Men hóast kroppurin á Onnu er ísakaldur, bara eini 13 hitastig, geva læknarnir ikki upp. Teir halda, at tað ber kanska til at fáa lív í hana aftur og avgera at hita hana spakuliga upp.

Ógvuliga seint ornar kroppurin, og tá ið kropshitin er komin í hana aftur, fer hjartað at titra, og so knappliga fer tað at sláa.

Í tríggjar vikur liggur Anna uttan vit, men hjartað og øll gøgnini fara at virka aftur, sum tey skulu.

Men Anna vaknar aftur, og hóast hon hevur verið "deyð" í meira enn tveir tímar, hevur hon ikki fingið mein.

Læknavísindini gagnnýtir hendingina

Tað er henda søgan, sum hevur givið læknum hugskotið at køla kroppin langt niður, tá ið ein skal skurðviðgera ein í hjartað ella líknandi skjótt, t.d. í bráðmóttøkuni.

Hugskotið er, at tá ið ein skal skurðviðgera skjótt, verður sjúklingurin drenaður fyri blóð, og kalt saltvatn verður sproytað inn í æðrarnar í staðin. Og 20 minuttir seinni er kropshitin komin niður á 10 stig.

Heilaskaði hendur vanliga eftir góðar fimm minuttir uttan ilt, men í hesum føri ber til at fáa eitt longri skotbrá at skurðviðgera í.

Men hesa løtuna, meðan kroppurin er køldur niður, slær hjartað ikki, og heilin er eisini óvirkin.

Tekniskt er ein deyður.

So tá ið læknarnir eru lidnir við skurðviðgerðina, verður blóðið koyrt í æðrarnar aftur og likamið spakuliga hita uppaftur, og tá ið kropshitin er komin upp á ein ávísan hita, fer hjartað at sláa, og heilin fer at virka normalt aftur, eins og hjá Onnu Bågenholm.

Hetta er longu roynt, ikki við menniskjum, men við grísum. Tað er amerikanski læknin, Peter Rheel, ið hevur granskað hetta.

Lurta eftir samrøðuni við Peter Rhee í sendingini.

Sjúklingar eisini køldir niður í Føroyum

Hetta er ikki beinleiðis nýtt, ella tað at køla likamið niður verður brúkt í dag. T.d. tá ið mann leggur fólk í eftirgjørda koma, kølir mann tey niður í eini 32-33 hitastig fyri at bjarga heilanum, og kroppurin "lættari" fær komið fyri seg.

Men at køla likamið niður í 10 stig, har tað so liggur uttan blóðrensl, hjartasláattur ella heilavirknað í fleiri tímar, ja, tað gevur nakrar møguleikar medisinskt, men tað flytur eisini hugtakið um deyðan.

Lurta eftir sendingini og hoyr yvirlæknan á bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, Høgni Djurhuus, greiða frá hvussu tey hava kølt sjúklingar niður í Føroyum. Og tað er eisini hent í Føroyum, at fólk hava ligið úti í kulda leingi og kropshitin er fallin rættliga nógv.

Ætlar at transplantera eitt menniskjahøvd

Eg eri tann ektaði Frankenstein?

Neurologarnir stóðu og gánaðu, tá ið italski skurðlæknin, Sergio Canavero, segði hesi orð á eini ráðstevnu í fjør. Tað, sum Sergio sipaði til, var framløgan, hann júst hevði havt, tá hann í fullum álvara hevði greitt frá, hvussu hann ætlaði at flyta, transplantera høvdið á einum manni yvir á ein nýggja kropp.

Í stuttum. Ætlanin er at skera høvdið av einum, sum er heiladeyður og koyra tað burtur. Skera høvdið av einum øðrum og flyta tað yvir á kroppin hjá tí heiladeyða.

Ja, hetta ljóðar sera makaburt, men hetta verður gjørt fyri at bjarga einum, ið hevur ein deyðiliga sjúku.

Tað er 30 ára gamli Valerij Spiridonov, ið hevur játtað seg til hesa transplantatión. Hann hevur ein sjáldsama sjúku, spinal muskuler atrofi, ið ber í sær, at frá barnsbeini doyggja nervakyknurnar.

Hann er í dag krypil og fer skjótt at doyggja, um onki verður gjørt. Tí játtar hann at flyta sítt høvd frá sínum kryplaða kroppin til ein sunnan kropp.

Og so er tað tað, hvussu ætlar Sergio at gera hetta?

Fyri at eira vevnaðinum undir skurðviðgerðini, verður tað fyrsta, sum verður gjørt, júst tað, sum vit hava umrøtt. Kropparnir verða køldir niður til 10 hitastig. Hetta fyri at verja nervakyknur og annað.

Síðan verða báðir ... ja, skornir á háls. Musklar, nervar og annað verða kvett, klemmur settar á æðrar og vælindi.

Nervarnir fáa ikki skaða

Tað er vælkent, at ein verður lammaður, um nervarnir í mønuni fáa skaða. Men Sergio sigur, at tá eru nervarnir ofta sundurskræddir, og hava fingið óbótaligan skaða. Hann ætlar at skera nervarnar yvir, við einum ultrahvøssum knívi, 0,00001 mm, og líma nervarnar saman við einum sukurevnið PEG.

Síðan verða æðrar og vøddar, alt seymað saman aftur, og tað er avgjørt ikki bara bara.

Tí verður Sergio ikki einsamallur um hesa uppgávu. Einir 150 læknar og sjúkrasystrar skulu hjálpa til ta mettu 36 tíma longu skurðviðgerðina.

Eftir hetta skurðviðgerina skal sjúklingurin liggja í eftirgjørdum koma í eina tíð og undir eina drúgva endurvenjing.

Hetta ljóðar sum tað reina science fiction, men tað er kanska ikki ógjørligt.

Longu í sjeytiárunum transplanteraði mann høvdið á eini apu yvir á eina aðra. Apan lammaðist, men doyði ikki beinavegin. Og seinastu árini hevur tað eydnast at transplantera armar, bein, andlit, ja entá ein pissiling, og hesar transplantatiónir hava riggað fínt, so hví ikki eitt høvd.

Ætlanin er at gera hesa transplantatión í 2017, og um tað fer at eydnast, tað fáa vit at síggja. 

Samband millum lívsførslu hjá pápum og fita hjá tí ófødda barninum

Tað er eitt samband millum lívsførslu og sáðkynurnar hjá monnum. Tað hevur leingið verið vitan, at lívsstílurin hjá mammuni kann skaða tað ófødda barnið, so sum royking, alkohol ella tað at eta PCB og kykksilvurfylta grind.

Men nú vísir nýggj gransking, at lívsstílurin hjá monnum, beinleiðis kann yvirførast til tað ófødda barnið, og nú tosa vit ikki um royking ella rúsdrekka, men fita.

Lurta eftir samrøðuna við granskaran Idu Donkin.

Keldur: Videnskabens Verden á P1 og Science

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Nyggjar kjarnuboringar kunnu siga okkum, hvussu veðurlagið hevur verið fyri fleiri túsund árum siðan, og nær fyrstu menniskjuni komu til oyggjarnar
17-01-2017
Um burðardygt seyðarhald og økokritikk í bókmentum
10-01-2017
Um grøna elframleiðslu, visión 2030 og framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi
03-01-2017
Sjúrðakvæðini verða hildin at verða elligomul, men nú vil ein professari verða við, at ein prestur í Hvalba yrkti tey øll fyrst í 1800talinum
12-04-2016
Vísindini hava torførari og torførari við at sannføra fólk um tað, ið vísindini siga. Hoyr Pál, Maritu og Boga kjakast um hetta evnið
05-04-2016
David Arge Klevang Pedersen mennir saman við NASA eina nýggja stýrisskipan til rúmdarfør. Hoyr David greiða frá um Juno, Mars2020 og annað áhugavert
22-03-2016
Í sendingini hoyra vit um tað at køla mannakroppin niður og harvið steðga øllum lívi, og at fiti hjá pápum kann førast víðari til tað ófødda barnið
17-03-2016
Hvat er tað fyrsta orðið føroysk børn duga at siga? Tað er ikki mamma, hvat er tað so? Málmenning hjá føroyskum børnum er evnið í sendingini Vitan
03-11-2015
Fornfrøðingur er farin at leita eftir fornum víkingagravum í norðoyggjum. Tað er evnið í sendingini Vitan hesuferð
27-10-2015
Niels Juel Arge tosar við fornfrøðingin Sverra Dahl, um víkingagravirnar í Tjørnuvík
27-10-2015
Hetta eru evinin í hesu sendingini í røðini Vitan
20-10-2015
Iris Thomsen hevur verið og talt hval við Falklandsoyggjarnar, og í summar var stór hvalateljing í norðuratlantshavinum
13-10-2015