- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
<p>Tað er danski listamaðurin Joakim Skovgaard (1856 - 1933) málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina (Luk. 14, 15-24), til dómkirkjuna í Viborg í Danmark.</p><p>Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men skjótt sást, at væta setti gjøgnum veggin og hótti við at oyðileggja málningin. Hann varð tí tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar eins málningur málaður á sama stað. "Stóra kvøldmáltíðin" varð síðani flutt til Statens Museum for Kunst, til hann varð settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd.</p><p>
Umframt skaðan, ið málningurin fekk í Viborg, hevur hann verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna.</p><p>Hoyr sendingina her, um umvælingararbeiðið, altartalvuna og um Christianskirkjuna.</p>