- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Í 2015 vóru nakrir útlendskir granskarar í Føroyum, og tóku kjarnuroyndir úr fimm ymiskum vøtnum.
- Við at kanna kjarnuroyndirnar, kunnu vit siga, nær seyður og harvið eisini fólk komu til Føroyar, sigur professarin í jarðarvísindum Raymond Bradley.
Tey hava borað tríggjar metrar niður í fimm ymisk vøtn í Føroyum, Eiðisvatn, Saksunarvatn, Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn, umfram at ein kjarnuboring varð gjørd í Tjørnuvík.
Niðast í hesum kjarnuboringum finna tey eitt tjúkt øskulag, sum kann tíðarfestast til at verða 10.300 ára gamalt. Hetta er eitt kent øskulag, rópt Saksunarvatnøskulagið, sum finst um alt evropa, og varð fyri fyrstu ferð funnið í Føroyum.
Tí kunnu hesar jarnuboringarnar siga ein part av okkara søgu, heili 10.300 ár aftur í tíðina.
Granskarar taka kjarnuroyndir
- Vit fara at kanna, hvussu veðurlagið hevur verið í Føroyum, seinastu 10.000 árini, sigur Raymond.
Hann hevur fingið íblástur til hesa granskingarverkæltan, frá yvir 40 ára gomlu umstríddu ástøðini, hjá plantufrøðinginum Jóhannesi Johansen, ið segði, at fólk var í Føroyum ár 2300 fyri Kristi føðing.
Jóhannes bygdi sítt ástøði, við at kanna sáði frá jóansøkugrásið, ið sigst at spreiða seg við húsdjórum og fólkið. Hann kundi staðfesta, at jóansøkugras kom til Føroyar fleiri túsund ár fyri landnám, og harvið eisini húsdjór og menniskju.
Tey gera kjarnuboringar í gróthúsvatn
- Enn kunnu vit onki siga, men longu nú síggja vit okkurt áhugavert í kjarnuroyndunum, sigur Raymond Bradley, ið vónar, at kunna koma við úrslitum einaferð seinni í ár.
Í sendingini hoyra vit um ástøði hjá Jóhannes, tosað verður við Raymond Bradley, Una Aarting og Símun Arge.
Lurta eftir sendingini her: