Vitan

Magnetiski norðpólurin hevur kós móti Sibiria
03-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár

Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur.

Men seinastu árini er ein broyting hend. Magnetiski norðpólurin flytur seg og hevur í dag beina kós móti Sibiria.

- Vit hava eygleitt, at magnetiski norðpólurin flytur seg einar 50 - 60 kilometrar um árið, sigur Nils Olsen, professari á DTU.

- Og heldur gongdin fram, so peikar kumpasnálin um eini 25 ár móti Sibiria, leggur hann afturat.

 

Síðan 2000 hevur magnetiski norðpólurin havt beina kós móti Sibiria. Størri mynd, trýst HER (Mynd ESA, Grafik, Petra Eliasdóttir Mikkelsen)


Ferð kom á í 1990

Síðan man fór undir at eygleiða magnetiska norðpólin í um miðjuna á 1800talinum, hevur hann flutt seg í miðal 10 kilometrar um árið. Men í 1990 kom ferð á.

Síðan 2002 hevur hann flutt seg 50-60 kilometrar um árið, og í dag er magnetiski norðpólurin nakrar fáar hundrað kilometrar frá tí geografiska norðpólinum.

- Hví hann flytur seg, tað vita vit heilt einfalt ikki, sigur Nils Olsen.


Mátistøð stendur í Føroyum

Ein mátistøð, sum granskararnir brúka, stendur í Føroyum. Hon varð sett upp í Suðuroynni, í Hovi, fyri nøkrum fáum árum síðani.

- Vit hava fingið tær fyrstu mátingarnar úr Hovi. Ùrslitini eru góð, og mátistøðin sær út til at rigga væl, sigur Nils Olsen.

Lurta eftir samrøðuni, har Nils Olsen greiðir frá um tann magnetiska norðpólin, og um tað skjótt fer at henda ein sokallað pól-snaran.

 

Magnetstrálurnar strálar úr Suðurpólinum, snara um jørðina og verða beindar niður aftur við Norðpólin

(Keldur: Berlingske.dk, fysikleksikon.dk, rummet.dk)

 

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
PKU royndin fangar ikki øll pinkubørn við CTD. Tí ætlar man í framtíðini at ílegukanna allar nýføðingum fyri CTD
06-10-2015
Á altjóða hjartadegnum snýr Vitan seg um hjarta
29-09-2015
Hvussu ávirkar tað okkara atburð og hugsunarhátt, at vit øll kennast, ella hava kendskap til hvønn annan? Hetta hevur Kári Holm Johannesen kannað
21-09-2015
Gevur ein máttmikil El Niño okkum meira tosk? Tað er spurningurin ið verður viðgjørdur í sendingini Vitan hesuferð
15-09-2015
Í Føroyum er títtleikin av sjúkuni parkinson hægri enn í grannalondunum. Hví er tað so og hvat er parkinson fyri ein sjúka?
02-12-2014
Gransking vísir, at møði er orsøkin til fimta hvørt óhapp ella vanlukku á sjónum. Í sendingini verður tosa um at granska møði hjá sjómonnum
25-11-2014
Ì sendingini hesuferð, er Vitan á rundferð á granskingarsetrinum iNOVA
18-11-2014
Vit vita bara um lív her á Jørðini, men er lív aðrstaðni úti í rúmdini? Tað er stóri spurningurin vit umrøða í sendingini Vitan hesuferð
11-11-2014
Fyri stuttum varð Føroyskt Ferðafuglaaltas útgivið. Í sendingini Vitan, greiðir fuglafrøðingurin Sjúður Hammer frá um ringmerkingar og flytifuglar
04-11-2014
Tveir teir seinastu brunnarnir, í leitanini eftir olju í Føroyum, vóru turrir. Hvat er nú at gera?
28-10-2014
Ása Johannesen, djóraatferðarfrøðingur greiðir frá um djóraatferð.
26-09-2014
Í hesari sending hoyra vit um støðuna hjá sjófuglinum, lendisnýtslu, landbúnað, lívfrøðiligt margfeldi í mold og um haga- og matrikullógávuna
06-06-2013