Vitan

Útsýni (2:5)
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:

  • At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari.
  • At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum.
  • At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini
  • At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum.
  • Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar.

Lurta eftir sendingini her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
27. januar er altjóða dagur til minnis um Holocaust. Í sendingini greiðir Róland í Skorini frá Holocaust. Onnur sending
01-02-2013
27. januar er altjóða dagur til minnis um Holocaust. Í sendingini greiðir Róland í Skorini frá um Holocaust. Fyrsta sending
24-01-2013
Seyðabrævið er elsta miðaldarrit sum vit eiga í Føroyum. Vanliga uppfatanin er, at tað er ein rættarbót, sum var givin Føroyum, men so er ikki!
22-11-2012
Ein varandi orkukelda, sum tað er ov mikið av í Føroyum, er vindur. Fleiri verkætlanir eru í gongd, sum skulu temja hesa orkukeld við vindmyllum
08-11-2012
6. november skulu amerikansku veljararnir atkvøða, hvør skal verða forseti í USA næstu fýra árini. Vitan hesuferð er um amerikanska forsetavalið
25-10-2012
Umleið 15 procent av føroyingunum hoyra til brøðrasamkomuna og tað er munandi fleiri, enn tað gera í grannalondunum, hví er tað so?
11-10-2012
Føroyskur alilaksur verður í dag mettur at verða heimsins besti
27-09-2012
Kristnaði Sigmundur fólkið sum buði í Føroyum? Ella vóru tey sum búðu her, longu kristin tá ið Sigmundur kom við síni kristniboðan til Føroya?
08-03-2012
Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, greiðir frá um føroyska matmentan og um føroyska jólamatmentan
08-12-2011
Hvat skulu vit brúka eina fólkateljing til í 2011?
10-11-2011
Í sendingini verður tosa við Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, Petur Zachariassen, støddfrøðing, og Jóannes Hansen, samfelagsfrøðing
27-10-2011