Vitan

Útsýni (2:5)
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:

  • At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari.
  • At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum.
  • At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini
  • At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum.
  • Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar.

Lurta eftir sendingini her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Ì eini trý ár hevur medisinski mikrolívfrøðingurin, Marita Debes Magnussen, granskað antibiotika mótstøðuføri hjá bakterium í Føroyum
13-10-2011
29-09-2011
Elbilurin, ein bilur sum hevur eitt lutfalssliga stórt battarí, onga kobling, onki gear og fær alla sína orku frá ravmagni
02-06-2011
Tað hevur stóran týdning fyri eitt øki, sum Føroyar, hvussu nógv fólk búgva í landinum, og hvussu samansetingin av fólkinum á aldur og kyn er
05-05-2011
Ì sendingini hoyra vit um føroyska bátin
31-03-2011
Sjálvt um Føroyar liggja uttanfyri jarðskjálvtvirkið øki, so skuldi ein trú, at Føroyar ongantíð verða raktar av tsunami-aldum. Men so er ikki
17-03-2011
Um partarnar í hvalaveiðuspurninginum. Janus á Ryggi greiðir frá
03-02-2011
Í og við at ídnaðarlond eru vorðin forbrúkarasamfeløg, eru børn sum brúkarar ein alsamt meira týðandi málbólkur
16-12-2010
Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini
25-11-2010
Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini
18-11-2010
Føroysk gransking vísir, at í viðgerðini fyri krabbameini, hevur ikki bert tann medisinska viðgerðin týdning, men tað hevur vónin um leking eisini
04-11-2010