Brellbiti: Her er matskráin til annan part av Mett fyri Minni

Brellbiti: Her er matskráin til annan part av Mett fyri Minni
Purrur við níggju lívum, ókeypis seiðaberg í Nólsoy og undirmett bjølgmeti eru evnini í øðrum parti av Mett fyri minni hóskvøldið
 
09.04.2024 - 10:49

Hóskvøldið eftir Dag og viku er Mett fyri minni aftur á skránni.

REY0468

Her greiðir verturin, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, frá matarskránni:

MFM_02_matskra

Her vísir Gunnhild Dahl Niclasen, hvussu hon gevur leykinum nýtt lív við at planta hann av nýggjum. Tú kanst eisini planta stelkin av eitt nú purrum í ein pott.

 

Jógvan Thomsen hevur fingið stuðul til at skaffa tráður og seta upp kryvjiborð, so til ber at fara á seiðaberg í Nólsoy ókeypis.

Bjølgmeti er ein sera undirmettur matbólkur. Tað er spell, heldur kostfrøðingurin Snorri Patursson, tí bjølgmeti er bæði bíligt og er proteinríkur matur, sum saktans kann etast í staðin fyri kjøt.

Snorri Patursson vísir okkum, hvussu tú kanst gera ein lekkran rætt við røstum fiski og eplamorli, har bjølgmeti er blandað uppí.

Annar partur av Mett fyri minni verður sendur hóskvøldið eftir Dag og viku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949