Mett fyri minni: Her er uppskriftin til blóðvaflur

Mett fyri minni: Her er uppskriftin til blóðvaflur
Teitur Christiansen hevur sent okkum vafluuppskriftina, sum hann brúkti í triðja parti av Mett fyri minni.
 
22.04.2024 - 09:53

Í triðja parti av Mett fyri minni var eitt innslag, har Teitur Christiansen gjørdi ymiskt burtur úr blóði.

Eitt nú bakaði hann vaflur.

Sí eisini: Triði partur av Mett fyri minni

Vafludeiggj við blóði

Tilfar:

190g av smøri

200 g av blóði

375 g av mjólk

280 g av sukri

375 g av mjøli

1 tsk av salti

1 tsk av natron

1 tsk av vaniljusukri

 

Mannagongd:

Rør váta tilfarið væl saman

Lat restina av tilfarinum í og rør saman

Baka vaflurnar í vaflujarni, sum er smurt við smøri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949