Mett fyri minni

Brellbiti: Mett fyri minni
02-04-2024
Mett fyri minni eitur matsendirøðin, sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt. Fyrsti partur verður í sjónvarpinum og á KVF Sjón hóskvøldið

Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen er vertur í nýggju matsendirøðini "Mett fyri minni".

Sunniva er fólkalívsfrøðingur við sergrein í mati. Hon er eisini mataktivistur og stríðist fyri at fáa føroyingar at eta føroyskan og burðardyggan mat. Í sínum arbeiði og verkætlanum hevur hon hitt nógvar matframleiðarar kring landið, sum hava nóg góð og bílig hugskot.

Sendirøðin "Mett fyri minni" er í trimum partum, fyrsti partur er tøkur á heimasíðuni hósdagin. 

Mett fyri minni

Visti tú, at tú kanst eta ókrút?

Visti tú, at tú kanst nýta blóð í staðin fyri egg?

Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?

Nógv góð og bílig mathugskot liggja goymd kring landið.

Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í ljósið í matsendirøðini "Mett fyri minni", sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt.

Triði og síðsti parturin av "Mett fyri minni".
18-04-2024
Matarskráin hesaferð kann bjóða grønmeti við níggju lívum, ókeypis seiðaberg í Nólsoy og undirmett bjølgmeti at nýta ístaðin fyri kjøt.
11-04-2024
 Í fyrsta parti vitjar Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen plantuommuna í Nólsoy, kokkin Sonna Zachariassen og kondittaran, Malene Fischer Waag.
04-04-2024
Mett fyri minni eitur matsendirøðin, sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt. Fyrsti partur verður í sjónvarpinum og á KVF Sjón hóskvøldið
02-04-2024