Heimamissiónin ársmøti í dag

Heimamissiónin ársmøti í dag
Í dag hevur stóri kirkjuligi felagsskapurin, Heimamissiónin, ársmøti í Nesvík, sum tey siga vera ein dagur við felagsskapi og reflektión um missiónsarbeiði.
Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
27.04.2024 - 14:27

Á skránni eru bæði fyrilestrar og møtir, umframt sosiala samveru og máltíðir, og eisini er frágreiðing frá arbeiðinum hjá missiónini.

- Tað er eitt ófatiliga stórt sjálvboðið arbeiði, sum verður gjørt, bæði í landsarbeiði og lokalarbeiði, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini.

- Men ofta eru tað tey fáu, ið bera nógv, tí fólk eru upptikin og hava nógv at gera, tí tilboðini eru so nógv í dag.

Framvegis brúk fyri missiónini
Hann heldur tað framvegis vera brúk fyri einum kirkjuligum missiónsarbeiði, nú Heimamissiónin hevur 120 ár á baki.

- Vit virka í kirkjuliga arbeiðinum, men eru leikmansarbeiði, so tað er tað vanliga fólkið, ið ger arbeiðið, sigur Jákup Brúsá.

- Enn sum áður hevur tað týdning at vera saman um Guðs orð og at vekja upp trúnna eisini, um hon kólnar í dagliga “resinum”.

Stóri ársmøti-dagurin hjá Heimamissiónini í Nesvík endar við møti klokkan 19 og ungdómsmøti klokkan 21.30.

Hoyr samrøðu við Jákup Brúsá:

2024-04-27-Jakup-Brusa

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958