Andlát

Kunngerðir

Teldupostur: of.fvk@ridregnnuk
Tel. +298 34 75 00

Sí tíðarfreistir her

 

16-05-2024 12:35
Eisini lisið:
15-05-2024 18:15
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur ársaðalfund mikudagin 29. mai 2024 klokkan 17 á Hotel Føroyum
Lýsti ársaðalfundurin, sum upprunaliga skuldi vera 14. mai 2024, sum var fluttur, verður hervið lýstur at vera 29. mai 2024 klokkan 17 á Hotel Føroyum.
Skrá sambært lóg felagsins.
-val av fundarstjóra
-frágreiðing frá farna árinum
-grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
-innkomin uppskot - herundir uppskot um lógarbroyting
í sambandi við valbar til nevnd.
Annaðhvørt ár val av formanni, hvørt ár val av tveimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
Val av grannaskoðara.
Áseting av løn til formann, skrivara og hinar nevndarlimirnar.
Døgurði verður aftaná. Tilmelding til døgurðan á telefon 35.39.95, 26.38.46 ella skriva til hak@hak.fo
Møtið fjølment
Nevndin

 

16-05-2024 12:35
Eisini lisið:
15-05-2024 18:15
Heilsuskúli Føroya hevur kunnandi átak um førleikameting og próvtøkuótta, í hølunum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya í Tórshavn, hóskvøldið 16. mai kl. 19.
Eftir framløgurnar er tíð til prát og spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Heilsuskúli Føroya

 

16-05-2024 12:35
Eisini lisið:
15-05-2024 18:15
Frá Reyðakrossi
Heitt verður á fólk um ikki at lata klæðir í klædnabingjurnar kring landið, so leingi verkfall er.
Reyðikrossur

 

16-05-2024 12:35
Eisini lisið:
16-05-2024 09:00
Frá Apoteksverkinum
Heilivágsveitingar frá Apotekinum verður ikki tarnað av verkfallinun. Heilivágsveitingarnar eru sum vanligt
Apoteksverkið

 

16-05-2024 12:35
Frá Føroya Lærarafelag
Føroya Lærarafelag noktar limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði, so leingi arbeiðssteðgur er lýstur.
Føroya Lærarafelag

 

16-05-2024 12:35
Eisini lisið:
15-05-2024 12:35
Frá Føroya Fiskimannafelag
Føroya Fiskimannafelag noktar limum sínum, at taka upp verkfalsrakt arbeiði, har verkfall er lýst.
Føroya Fiskimannafelag

 

16-05-2024 12:35
Frá Sandavágs Arbeiðarafelag
Heitt verður á limir felagsins, um at koma í SíF-húsið á Loftagrund at útfylla skjal í samband við verkfalsútgjald fríggjadagin og leygardagin millum klokkan 14 og 16.
Sandavágs Arbeiðarafelag

 

16-05-2024 12:35
Frá Arbeiðsmannafelagnum Framtíðin og Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður
Allir limir verða bidnir um at møta í Jómsborg í dag millum kl 13 og 16 at fylla út umsókn til verkfalsstuðul.
Framtíðin og Fjallbrúður

 

16-05-2024 12:35
Eisini lisið:
16-05-2024 10:10
Limirnir í Arbeiðarafelagnum Lýsing á Skála vera bidnir um at møta í Kahyttuni í dag millum klokkan 10 og 16, at útfylla umsókn um verkfalsstuðul.
Nevndin

 

16-05-2024 12:35
Frá Tofta Arbeiðarafelag
Heitt verður á allar okkara limir, sum eru í verkfalli at møta í hølunum hjá Tofta Talv- & Kvinnufelag, Toftavegi 20, í morgin 17. mai millum kl. 13 og 16. Havi P-tal og kontonummar við.
Vit fara at útflýggja og hjálpa til við at útfylla umsóknarbløð til verkfalsstuðul.
Nevndin

 

16-05-2024 12:35
Frá Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag
Limirnir verða bidnir um at møta í felagshúsinum kl.14 til undirskriving av skjali til verkfalsstuðul.
Fuglafjarðar Arbeiðismannafelag

 

16-05-2024 09:00
Eisini lisið:
16-05-2024 08:10
Frá Sands kommunu
Skrúvað verður fyri vatninum í dag frá klokkan 10.00 til arbeiðið er liðugt.
Sands kommuna