Halda fast við grindadrápið

Halda fast við grindadrápið
Føroyingar eiga at halda fast við aldargomlu siðvejuna at drepa grind, óansæð hvat ferðafólk og mótmælisfólk annars halda um føroyska grindadrápið, heldur Grindamannafelagið
Grindamannafelagið heldur ikki, at ferðafólk ella mótmælisfólk skulu gera, at føroyingar broyta sín gerandisdag og eitt nú gevast at drepa grind
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.04.2024 - 11:00

Nú summarið fer at nærkast, kemur eisini tíðin, har fleiri grindir verða hildnar til kring landið. Og við teimum koma gjarna eisini mótmælisfólk til landið, sum eru ímóti grindadrápi.

Í fjør vitjaði skipið hjá felagsskapinum hjá Paul Watson, “John Paul DeJoria”, og møguliga kemur tað aftur hendavegin, hóast tað í fjør misti flaggið.

Tað vóru myndugleikarnir í Jamaica, ið strikaðu skipið úr síni skipaskrá, eftir at ein kæra varð komin frá føroyskum myndugleikum, tí “John Paul DeJoria” tvær ferðir breyt forboðið ímóti at koma inn um 12 fjórðingamarkið.

- Í Grindamannafelagnum vita tey ikki akkurát, hvat mótmælisvirksemi vit kunnu vænta okkum í summar, sigur formaðurin, Esmar Joensen.

- Men vit føroyingar eiga at halda fast við aldargomlu siðvejuna at drepa grind, óansæð hvat ferðafólk og mótmælisfólk annars halda um føroyska grindadrápið.

Hoyr samrøðu við formannin í Grindamannafelagnum:

2024-04-28-Esmar-Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958