Vitlíki ikki revsivert

Vitlíki ikki revsivert
Ætlanin er at ein áseting um samleikastuldur skal koma við í revsilógina í heyst.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2024 - 18:40

Fríggjadagin var fyrstu ferð í 338 ár, at tey ikki hildu Dýra Biðidag í Danmark, og tað elvdi til nógv orðaskifti, eisini á politiskum stigi.

Formaðurin fyri Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt, hevði við vitlíki eftirgjørt ein tíðindafund, har Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tók av  bæði hvítusunnu, páskir og jól.

Danskir serfrøðingar mæla nú politikarum frá at fáast við slíkar eftirgerðir, og í Føroyum verður vitlíki nú eisini sett á breddan, tí neyðugt kann verða at broyta revsilógina.

Áseting kemur í revsilógina
Tað er ikki revsivert í sjálvum sær at framleiða sonevndar “deep fake”-upptøkur, har vitlíki verður nýtt sum amboð at fáa tað at síggja út, sum fólk siga ella gera okkurt, tey í veruleikanum einki høvdu við at gera.

- Men tað er neyðugt at hugsa um serstaka lóggávu til tey førini, har eftirgerðin hevur til endamáls at skaða onnur, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í løgmálum.

Ætlanin er at ein áseting um samleikastuldur skal koma við í revsilógina í heyst.

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen:

2024-04-29-Bjarni-Karason-Petersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958