Lea Kampmann syngur - Flytifuglar

Tríggir sangir eru gjørdir til jólakalendarin - Flytifuglar. Lea Kampmann og Hans Marius Ziska Davidsen syngja og Lea er hon, sum syngur fyri høvðuspersónin í leikinum.

- Tað er ordiliga stuttligt at fortelja søguna hjá høvuðspersóninum í jólakalendaranum, við at liva seg so nógv sum gjørligt inn í hennara hugaheim, og so úttrykkja hennara kenslur gjøgnum tónleikin. Tað hevur eisini verið áhugavert at syngja løg, sum Niclas Johannesen hevur skrivað, at arbeiða saman við Finni Hansen og at syngja eitt lag saman við Hans Mariusi.

- Mær dámar best lagið ‘Heima Er’, tí eg haldi, at tað er eitt væl skrivað lag, sum fortelur eina søgu, sum vit nokk øll kunnu relatera til. Hendan heimliga kenslan, sum av og á kennist eitt sindur diffus.

- Tá ið eg syngi løgini til Flytifuglar, royni eg at liva meg inn í kenslurnar hjá høvuðspersóninum, so eg fái úttrykt hennara kenslur best gjørligt. Eg haldi, at øll løgini hava ein reyðan tráð. Teir hava allir eitt eitt sindur trist, men vónríkt huglag. Kenslan eg fái tá eg syngi løgini er eitt sindur ymisk frá lag til lag. Nøkur kennast vónrík, meðan onnur innihalda meira forvirraðar, desperatar kenslur.