Krákureiðrið
Kuldakrákan er flutt inn í Kringvarpið, og hevur lagt sín alsk á VIT heimasíðuna. Vilt tú vita meira, ella hevur tú hug til at spæla við ella lita við Kuldakrákuni, so ver vælkomin!

Hey tit!

Vælkomin í kuldakrákureiðrið! Her búgvi eg, Kuldakráka, ella sum fleiri rópa meg, Kul da Kráka, tí eg eri so Kul! Altso, Cool merkir køld á enskum, og tí siga vit kul á føroyskum. Vit hava stolið orðið ella “lánt” tað úr enskum. Kul, ha?
Og nú vit tosa um at “lána”. Eg elski at “lána”! Men meir um tað seinni. Eg havi avgjørt at flyta inn her. Beint her á hesa heimasíðuna. Eg búði beint uttan fyri Kringvarpið á bønum og sá inn í gjøgnum vindeygað, hvussu tey arbeiða við barnatilfari har, og fekk so góðan hug at “lána” okkurt frá teimum, kanska: blankar mikrofonir, fínar teldur, stór myndatól ella kular oyrabúffar. (Eg riggi mega væl í oyrabúffum!)

Eg havi ein vinmann: Knút, hann er eitt føroyskt ross. Vita tit, hvat honum dámar? At leggja seg niður at sova. Eg meini heilt niður, sum var hann skotin! So kann eg ikki lata vera við at hála eitt sindur í halan á honum. So vaknar hann og slær eftir mær við halanum ella allarbest, hann rennur eftir mær. Tað elski eg. Tí eg eri ofta so køld, og tá er gott at flyta seg. Ella lata seg í heit klæði ella bæði ;-)
Men Knút er bara uttan fyri Kringvarpið um summarið, og mær longdist eftir at vera kul upp á ein annan máta. So tá eg hoyrdi um heimasíðuna, sum VIT eiga. Ja, so mátti eg bara flyta inn. Ístaðin fyri at vera køld og einsamøll úti, so kunnu VIT vera saman her!

Eg havi fingið mítt egna reiður her: Men tú ert altíð vælkomin! So eru vit: VIT. Og tað er tað besta.

Eg minnist, tá ið eg var ein lítil pisa og var ljót og skallut, við trimum bláum dúndoddum á høvdinum, og eingin helt meg vera hvørki vakra, fitta ella klóka.
Men, sum tey siga, “Kráka tykir best um unga sín” Og mamma helt meg vera tað besta og vakrasta, hon nakrantíð hevði sæð, og tað heldur mamma tín eisini um teg! So mamma helt, eg var vøkur, tí eg var blá.
Heeyyy, um tú vilt tekna meg ein annan lit, so tekna meg her. Tað hevði verið stuttligt at verðið grøn ella lilla, kanska?