VIT

Hey tit – her eru VIT, tey sum arbeiða við barnatilfari í KvF. Hvørji eru vit? Vit eru sjálvandi ein eg og ein tú – altso tey sum arbeiða í Kringvarpinum og so tú sum lurtar – so henda heimasíða er okkara – bæði tín og mín.

Í barnakamarinum í Kringvarpinum eru ein Páll, ein Jonna og tvær Elin. Tað er her inni, vit finna uppá alt tað sum kemur í barnaútvarpinum og barnasjónvarpinum og her inni á VIT. Her hava vit nógvar barnabøkur, bamsur, leiku og fitt ting, sum alla tíðina kunnu geva okkum íblástur til tilfar til børn.

Men besta íblásturin fáa vit frá tykkum børnum – so sigið okkum tað endiliga, um tit hava eitt hugskot til hvat vit skulu hyggja nærri at, og antin práta um í útvarpinum ella vísa í sjónvarpinum ella minna á her á heimasíðuni.

 

Skriva til Páll - sjónvarp
Páll Danielsen
pd@kvf.fo

Skriva til Jonnu - útvarp
Jonna Fritsdóttir Mortensen
jonna@kvf.fo

Skriva til Elina - útvarp
Elin á Rógvi
elinr@kvf.fo

Skriva til Elina - heimasíðan
Elin Michelsen
em@kvf.fo

Og so Kuldakrákan, men hana síggja vit ikki nógv til, tí hon goymir seg næstan altíð aftanfyri radiatorin, og hon kundi ikki droymt um at hava eina teldupostadressu.

Sjálvandi er ein rúgva av øðrum fólkum, ið hjálpa eisini, so sum tøkningar, upptøkufólk, søgulesarar og Meiken sum bakar okkum køku hvønn týsdag.