1,4 milliónir til umhvørvisverndartiltøk

1,4 milliónir til umhvørvisverndartiltøk
10 verkætlanir fáa stuðul úr Innlendismálaráðnum. Tann størsta er slaka hálva millión
 
02.03.2012 - 15:48
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur avgjørt at játta tilsamans 1,4 milliónir krónur í stuðli til 10 verkætlanir til umhvørvisverndartiltøk.
 
Lýst var við játtanini, og tá freistin var farin, hevði Innlendismálaráðið fingið 25 umsóknir. 
 
Tær 10 verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar, eru hesar:
 
Størsta einstaka stuðulin, 490.000 krónur, fær Føroya Kommunufelag til framhaldandi virksemi á Agenda 21 skrivstovuni. 
 
Agenda 21 stovan fær eisini 100.000 krónur afturat til "Umhvørvisátakið 2012", sum er kappingin millum kommunur um best røktu bygd, best røktu bygda- ella varðagøtu, best røkta neysta- ella bátapláss. Eisini verður kappast um ársins grøna stovn og besta átak.
 
Landsverk fær 200.000 krónur til eina ætlan, sum eitur "oljubasing á sjónum". Talan er um eina skipan at fyribyrgja og rudda upp eftir oljudálking á sjónum.
 
Føroya Náttúrugripasavn fær 164.000 krónur til fuglakanningar í Mykinesi og Nólsoy, meðan Bergur Olsen fær 85.000 krónur til framhaldandi fuglakanningar í Skúgvi.
 
Umhvørvisstovan fær 110.000 krónur til eina verkætlan, ið eitur "PFOS í úrvaldum matvørum, ið kunnu vera dálkaðar gjøgnum luftina". 
 
Enn ein almennur stovnur, Búnaðarstovan, fær 50.000 krónur til verkætlanina "Fyribyrging og týning av rottu í Føroyum".
 
Endiliga eru tvær játtanir til verkætlanir av meirum privatum karakteri.
 
William Simonsen hevur fingið 96.000 krónur til eina verkætlan at skriva eina myndríka elektroniska hondbók, sum vísir tað, ein kann vænta av upplivingum í føroysku nátturuni gjøgnum ymisku árstíðirnar.
 
Og Bellacentrum vær eisini 96.000 krónur til eina kanning av mosa og algum á bygningum og aliringum. Endamálið við ætlanini er at minka um nýtsluna av kemiskum evnum til at týna mosa og algur.
 
Mynd: Bergur Olsen hevur fingið 85.000 krónur til fuglakanningar í Skúgvi
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216