Röddin

VIT

Gekkur

Gekkatølini 20-01-2017:
 
1. spæl:
72-15-21-63-14-6-27-30-46-54-74-80-24-33-26-37-28-76-49-20-35-66
 
2. spæl:  
38-15-59-61-19-70-32-48-5-89-31-20-25-17-62-57-39-1-58-42
 
3. spæl:
29-19-74-13-66-9-33-86-44-53-87-54-70-52-38-11-51-31-77-39
 
4. spæl:
43-36-78-42-80-15-26-40-24-18-75-27-50-47-34-46-55-30-71-6-90-57-84-2-20-72-35-58-48-49-60-45-69-89-3-16
 
 
Gekkurin er nú 600.000 krónur


Spælireglar

Í trimum teimum fyrstu spølunum vinna tey, sum fáa fult rað. Øll, sum fáa fult rað, vinna eina peningaupphædd. Tey, sum eru fyrst at ringja inn og sleppa ígjøgnum, sleppa at velja ein bókstav. Handan bókstavin eru nakrir vinningar at velja ímillum.

Virðið á vinningunum handan bókstavirnar er annaðhvørt umleið 2000, 4000 ella 6000 krónur.

Í síðsta spælinum vinna tey, ið fáa fulla plátu. Her er sama galdandi, at øll, ið vinna, fáa eina peningaupphædd. Í síðsta spælinum er tó bert ein, ið sleppur ígjøgnum til sjónvarpsstovuna.

Tann, ið sleppur ígjøgnum, skal draga gekkahjólinum, og hevur møguleika at vinna stórar upphæddir. Størsti vinningurin er gekkapuljan.

Størsta upphæddin, ið er vunnin, er 1.700.000,00 krónur.

Um sendingina

Gekkurin er bingospælið í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Øll, sum hava keypt seðil/seðlar á sølustøðunum kring landið áðrenn klokkan 19:00 fríggjakvøld, hava møguleika at spæla við í Gekkinum. Hvør seðil kostar 30,00 krónur.

Søgan

Gekkurin var fyrstu ferð á skránni í februar 1997, og hevur koyrt á meir ella minni sama hátt síðan. Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum, og tá vóru eisini tvær gekkapuljur.

Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knapparnar á telefonini. Samstundis bleiv avgerð tikin um minka gekkapuljarnar til eina størri heldur enn tvær minni.

Senditíð

Spælið Gekk hvørt fríggjakvøld klokkan 19:45. Gekkahefti kunnu keypast til klokkan 19 fríggjakvøld í flestu kioskum og matvøruhandlum um landið.

Gev gætur

Vit gera vart við, at spælir tú gekk og fylgir við beinleiðis á heimasíðuni – har gekkurin verður stroymdur - kann vera seinking á signalinum.


Gekkurin á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)