Ofta settir spurningar

Ofta settir spurningar

Her finnur tú tilfar um hvussu tú brúkar stroyming og heimasíðuna. Hygg fyrst her, um tú rennir teg í onkran trupulleika.

Hendan síðan verður dagførd javnan, so kom aftur av og á fyri at kunna teg.

Um stroyming - sjónvarpið

Stroyming ger tað møguligt at hyggja eftir sjónvarpinum har internetsamband er, ígjøgnum vanligt breiðband ella 4G.

KvF stroymir alt tilfar, ið verður sent, men ikki alt tilfar kann síggjast allastaðni í verðini. Í ávísum førum hevur KvF bert loyvi at senda innanlands, t.d. fótbóltslandsdystir og útlendskt tilfar.

Tá tilfar ikki er loyvt at vísa uttanlands, ger stroyming-skipanin av hvar hyggjarin er staddur. Til hetta verður GeoIP brúkt. Hetta merkir, at skipanin hyggur eftir hvør IP-adressan á tínum tóli er, fyri at gera av um tú ert í Føroyum ella ikki. Hesin hátturin at finna út av hvar brúkarin er staddur, er mest nýtti háttur til at avmarka stroyming til ávíst land ella øki.

Hví síggi eg ikki sjónvarpið?

Um tú ikki sært sjónvarpið á netinum, er tað tí at tilfarið á skíggjanum beint nú ikki kann vísast uttanlands. Sum nevnt omanfyri, er tað IP-adressan á tólinum hjá tær, ið avger, um tú sleppur at hyggja ella ikki. 

GeoIP mekanisman hyggur eftir hvørjum landi IP-adressan er skrásett í. Samsvar er ikki altíð millum hesa skráseting og hvar tú ert stødd! T.d. hava summir internet-veitarar í Føroyum danskar IP-adressur - tá riggar ikki. Somuleiðis er onkur veitari í Føroyum til 4G fartelefonnet, ið brúkar íslendskar adressur.

Tú kanst lætt kanna sjálvur, hvar IP-addressan í tínum tóli hoyrir til:

Far inn á https://www.iplocation.net/find-ip-address, so sært tú hvar skipanin sigur teg verða.

Onkuntíð riggar, onkuntíð ikki

Fartelefonir, ella teldlar, ið hava GSM-kort ísett, sleppa onkuntíð framat sjónvarpinum, onkuntíð ikki. Hetta kann hava samband við hvat fyri net tú hevur samband við! Um tú ert á 4G-netinum, hevur títt tól eina aðra adressu, enn um tú hevur samband gjøgnum Wi-Fi.

Hetta kann gerast rættiliga fløkjasligt viðhvørt: Um tú ert uttanlands, hevur tín fartelefon eina føroyska addressu, um tú hevur 4G tendrað, men ikki um tú brúkar Wi-Fi sambandið á hotellinum!

Á sama hátt kunnu útlendingar, ið eru staddir í Føroyum, bert síggja sjónvarpið um teir eru á Wi-Fi, men ikki um teir eru á 4G.

Sendingar á heimasíðuni

Felags fyri alt digitalt tilfar á heimasíðuni er, at tær eru tøkar í fleiri kvalitetum. Vanliga er tað so, at títt tól og servararnir á KvF sjálvi finna útav hvat títt internetsamband orkar at flyta, og velja kvalitetin hareftir. 

Sum oftast ber tað eisini til at taka sendingar niður í tí kvaliteti tú ynskir, umframt at nógvar sendingar eisini eru tøkar sum podcast.

Sjónvarp

Flestu føroysku sendingarnar verða lagdar á heimasíðuna. Tað er eitt sindur ymiskt nær sendingarnar verða lagdar út. Í høvuðsheitum er hetta galdandi:

  • Beinleiðis sendingar verða lagdar út ein til tveir tímar aftaná tær eru sendar. Hetta er orsaka av, at tað kann taka langa tíð at gera tilfar klárt til heimasíðuna.
  • Aðrar sendingar eru vanliga tøkar samstundis sum sendingin er á vanligu skránni - onkuntíð fyrr.

Útvarp

Ikki allar sendingar eru tøkar á heimasíðuni. Tilfar, ið ikki verður lagt út, er sovorði sum náttarrásin, og summar aðrar tónleikasendingar. Summar beinleiðis sendingar verða heldur ikki lagdar út í heilum líki, t.d. GMF - har verða einstøku søgurnar lagdar á heimasíðuna so hvørt.

  • Útvarpstíðindi eru vanliga tøk nakar minuttir eftir at tíðindini eru liðug.
  • Aðrar sendingar eru vanliga tøkar innanfyri ein tíma eftir tær eru sendar.

Hví er ikki alt tilfar tøkt sum podcast?

Hvør einstøk sendingaseria skal ígjøgnum eina góðkenning frá Apple, áðrenn tað ber til at gera tilfarið tøkt til podcast. Í samband við tá KvF ger broytingar í sendiflatuni, t.d. tá skift verður millum summar- og vetrarskrá, skal støða takast til einstøku sendingarnar, um tær skulu á podcast ella ikki, og hetta kann taka nakað av tíð.

Umframt hetta, krevst eisini, at tey, ið eiga rættindi til sendingina, geva loyvi til at leggja tað út sum podcast. 

Hví kann ikki alt tilfar takast niður?

Á sama hátt sum við podcast, skulu tey, ið eiga rættindini, geva loyvi til at sendingin kann takast niður.