- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni botnfiskur verður landaður

Minni botnfiskur kom upp á land í Føroyum í januar og februar enn somu mánaðir undanfarin ár, upplýsir Hagstovan.

Góð 12.200 tons av toski, hýsu, upsa og øðrum botnfiski vórðu fiskað frá 1.januar til 29.februar.

Ikki ber til at samanbera við 2011, tí tá legði eitt verkbann flotan fyrst í árinum, og trolararnir, sum vóru knýttir at Faroe Seafood, fóru ikki at fiska aftur fyrr enn síðst í februar.

Men frá 2006 til 2010 var botnfiskaveiðan størri enn í ár. Ikki minst í 2006, tá hon var meira enn tvær ferðir so stór. Men hon er síðani minkað nógv, og í 2010 var hon knappliga 3.500 tons størri enn í ár.