- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helena nýggjur stjóri á Føroya Handilsskúla

Landsstýrismaðurin
í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur eftir tilmæli frá stýrinum
fyri Føroya Handilsskúla gjørt av at seta Helenu Dam á Neystabø
sum stjóra á Føroya Handilsskúla. Tá ið umsóknarfreistin til
skúlastjórastarvið var úti tann 14. februar , vóru 15
umsóknir komnar til starvið.

Helena
Dam á Neystabø er 56 ára gomul, og hon er útbúgvin cand.mag. í
donskum og týskum. Eisini hevur hevur hon eina masterútbúgving
innan almenna leiðslu. Helena
Dam á Neystabø hevur undirvísingarroyndir
sum miðnámsskúlalærari og
fyrisitingarroyndir frá Landsskúlafyrisitingini,
har hon hevði ábyrgd av miðnámsskúlunum, serstakliga
Handilsskúlunum.

Helena
Dam á Neystabø hevur verið stjóri á
Føroya Skúlabókagrunni, umframt at hon hevur verið
landsstýriskvinna fleiri ferðir, síðst í Mentamálaráðnum við
ábyrgd av m.a. skúlamálum.

Nýggi
stjórin tekur við starvinum 15. apríl í ár.