Troyggja frá Guðrun&Guðrun aftur í "Brotsgerðini"

Troyggja frá Guðrun&Guðrun aftur í "Brotsgerðini"
Camilla hertoginna, sum er ein av trúgvastu hyggjarunum í Bretlandi, fekk í dag eina stjørnutroyggju frá Mary krúnprinsessu
Mary krúnprinsessa handaði í­ dag Camillu hertoginnu av Cornwall stjørnutroyggjuna, sum Guðrun&Guðrun hava sniðgivið. Hinar á myndini eru Sofie Gråbøl, sum hevur høvuðsleiklutin í­ "Brotsgerðini," og Piv Bernt, framleiðari
 
27.03.2012 - 16:40

Troyggjan, sum Guðrun&Guðrun hava sniðgivið, er vorðin ímyndin av donsku spenningsrøðini "Brotsgerðini."

Tá farið varð undir upptøkurnar av nýggjum pørtum av spenningsrøðini, var ongantíð nakar ivi um, at Sofie Gråbøl, sum hevur høvuðsleiklutin sum Sarah Lund í "Brotsgerðini," aftur skuldi vera í eini troyggju frá Guðun&Guðrun.

Tað váttar Guðrun Rógvadóttir, sum er annar stjórin í klædnafyritøkuni. Men um kenda løgreglukvinnan aftur hesaferð er í einari stjørnutroyggju, vil hon ikki avdúka.

"Brotsgerðin" er eisini sera væl umtókt spenningsrøð í Bretlandi, og millum trúgvastu hyggjararnar er Camilla, hertoginna av Cornwall, sum er gift Charles prinsi av Wales.

Tey hava verið í Danmark á vitjan seinastu dagarnar, og eitt av ynskjunum hjá Camillu var at síggja staðið, har upptøkurnar til Forbrydelsen verða gjørdar.

Tað fekk hon sjálvandi eftirlíkað, og í hesum sambandi handaði Mary krúnprinsessa í dag Camillu eina stjørnutroyggju, sum Guðrun&Guðrun hava sniðgivið.

Nýggju partarnir av "Brotsgerðini" verða sendir í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831